Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík skal verða skúla- og universitetsbýur

John William Joensen

Sum ein liður í framhaldandi menning av skúlatilboðunum í Klaksvík, eru skúlarnir í býnum samdir um at byrja samstarv um at menna og samskipa skúlatilboðini og at marknaðarføra hesi betur.

Sum ein liður í framhaldandi menning av skúlatilboðunum í Klaksvík, eru skúlarnir í býnum samdir um at byrja samstarv um at menna og samskipa skúlatilboðini og at marknaðarføra hesi betur.

Sum ein av allar fremstu skúlabýum í landinum bjóðar Klaksvík ein hóp av undirvísingartilboðum.

Grundarlagið er tí sera gott fyri víðari menning og samstarvi, og tí hevur Klaksvíkar Kommuna – saman við skúlunum í Klaksvík – tikið stig til eitt framrættað samstarv millum skúlarnar, ið m.a. hevur til endamáls at skapa eina saman­sjóðaða skúlaeind í Klaksvík.

Sum sjálvstøðugur, lokalur myndugleiki, ið varðar av onkrum av hesum skúlum, vil kommunan fegin skipa fyri einum slíkum, óformligum samstarvi.

Hugsanin er, at hetta skal verða eitt forum, har leiðslurnar fyri skúlarnar – undir óformligum viðurskiftum – fáa høvi at samskifta og sparra við hvønn annan um viðkomandi felags spurningar, áhugamál og møgulig felags átøk.

Ein sonevndur “tænketank”, ið skal samansjóða skúlalív í Klaksvík og við tíðini skal gera Klaksvík til ein skúla- og universitetsbý.

Málið er høgt, men als ikki óhugsandi. Samstundis nýtist tað ikki altíð at vera talan um stór mál, men eisini smærri tiltøk og eisini møgulig samstørv millum skúlarnar.

Hósdagin 23. januar kallaði borgarstjórin til fyrsta fundin í býráðshúsinum, har byrjað varð við umrøðu av møguleikum fyri mennandi samstarvi.

Í Klaksvík kanst tú leggja lunnar undir
allar miðallangar og hægri útbúgvingar

Fundurin staðfesti, at áhugi og grundarlag er fyri hesum samstarvi, har fyrstu tiltøkini verða at útvega næmingahagtøl og at arbeiða við felags marknaðarføring.

Í miðnámskúlunum í Klaksvík kanst tú leggja lunnar undir allar miðal og hægri útbúgvingar – herundir yrkisnám, sum vendir sær til handverksútbúgvingar og tilhoyrandi framhalds­útbúgvingar.

Eitt av sera væl umtóktu miðnámsskúla tilboð­unum er Klaksvíkar HF-skeið.

Hartil bjóða skúlarnir í Klaksvík gymnasialu Tøknibreyt­ina, sum – alt eftir hvat næmingurin velur av lærugreinum – gevur atgongd til víðari lestur – eitt nú á universitetum víða hvar.

Her kann fjarlestrardepilin Fjarnám knýtast uppí, og er longu byrjað eitt samstarv við umleið 30 lesandi.

Umleið 400 víðari lesandi í Klaksvík
Samanlagt eru fleiri enn 400 lesandi í Klaksvík, sum ganga í víðari skúla eftir fólkaskúla í Klaksvík, har skúlarnir og stovnarnir eru: 

*Klaksvíkar HF-skeið, 

*Tekniski Skúlin í Klaksvík, 

*Fjarnám, 

*Húsarhaldsskúli Føroya, 

*Sjónam og 

*Valskúlin (10. flokkur)

Harumframt telur fólkaskúlin (1-9. flokkar) 700 næm. og Klaksvíkar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli góðar 1000 næm., sum taka lut fjølbroyttari samanseting av lærugreinum.

Samanlagda næmingatalið í Klaksvík – eftir fólkaskúlan – er sostatt uml. 1400, svarandi til umleið 30% av íbúgvunum í kommununi.