Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydall spyr um útlendska arbeiðsmegi við føroyskum fiskiskipum

Høgni Hoydal

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann um fiskifør og reiðarí manna skip við útlendskari arbeiðsmegi og fylgja sáttmálum hjá færoysku manningarfeløgunum

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann um fiskifør og reiðarí manna skip við útlendskari arbeiðsmegi og fylgja sáttmálum hjá færoysku manningarfeløgunum

Høgni Hoydal

Løgtingsmaður

Munnligur fyrispurningur

til Jacob Vestergaard, landsstýrismann

um fiskifør og reiðarí manna skip við útlendskari arbeiðsmegi og fylgja sáttmálum hjá færoysku manningarfeløgunum

  1. Er fiskifør undir føroyskum flaggi, ið hava veiðiloyvi og fiskiloyvi at fiska av føroyskum rættindum á nær-, mið ella fjarleiðum, sum í høvuðsheitum ella stóran mun eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi, ið ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?
  1. Eru før, ið virka sum móðurskip, sum í høvuðsheitum ella stóran mun eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi, ið ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?
  1. Um so er, hvussu nógv skip/reiðarí er talan um, og hvørji fiskirættindi hava tey?
  1. Um so er, fær øll manningin hýru eftir sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum?
  1. Er hetta eisini galdandi fyri útlendska manning, ið hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?
  1. Hvussu verður eftirlit hildið við, at lógir og sáttmálar verða hildnir?

Viðmerkingar:

Í sambandi við viðgerðirnar av lógini um vinnuligan fiskiskap seinastu árini, hava Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn skotið upp, at tað verður greitt ásett, at øll fiskifør/reiðarí, ið fáa loyvi at gagnnýta fiskirættindi á føroyskum havleiðum ella á leiðum, har Føroyar hava avtalur við onnur lond um fiskirættindi, skulu fylgja sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum – fyri alla manningina.

Uppskotini hava verið feld av meiriluta løgtingsins.

Men hesi viðurskifti eru fremsta trygdin hjá tí arbeiðsfólki umborð, ið skapar virðini og fær tey til høldar – og hvørs manningarfeløg hava stríðst í ættarlið fyri sínum rættindum.

Hetta er trygdin fyri, at ójøvn kapping í vinnuni og sosial dumping ikki kan fara fram.

Og hetta er somuleiðis trygdin hjá møguligari útlendskari arbeiðsmegi, fyri at hon ikki verður verri lønt og avroknað – ella hevur verri rættindi enn onnur á arbeiðsmarknaðinum.

Nú ovurstórar broytingar fara fram, har fiskifør verða keypt og seld og før koma inn í fiskiskap, har tey ikki hava havt rættindi frammanundan, er neyðugt at fáa greiði á støðuni og hvussu eftirlit verður hildið við hesum viðurskiftum

Á Løgtingi 28. januar 2014

Høgni Hoydal