Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt tiltak á Borgini 21. februar: Hvat um vit finna olju?

Sjúrður Skaale

Hvussu skulu Føroyar skipa seg í mun til vinnuligu avbjóðingarnar, útlendska arbeiðsmegi, ójavnt lønarlag, stættarmun og øðrum samfelagsligum árinum, ið kunnu standast av einari oljuvinnu?

Hvussu skulu Føroyar skipa seg í mun til vinnuligu avbjóðingarnar, útlendska arbeiðsmegi, ójavnt lønarlag, stættarmun og øðrum samfelagsligum árinum, ið kunnu standast av einari oljuvinnu?

Hvat sigur vinnan, fakfelagið, politikarin og serfrøðingurin? Tiltakið verður ein røð av stuttum framløgum sæð frá ymiskum sjónarmiðum í Føroyum. Fyrsta framløgan verður við umboð frá norska oljumálaráðnum, sum fer at greiða frá skipanini í Noregi.

Tiltakið er ókeypis. Tilmelding fer fram við at senda navn og bústað til jf@ft.dk í seinasta lagi 19. februar. Pláss er fyri 150 luttakarum.

Ábit og skráseting av luttakarum byrjar kl. 12:30 og tiltakið byrjar formliga kl. 13 og endar kl. 17.
Vit gleða okkum at síggja teg.

Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt

Framløgufólk:
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
Árni Ólafsson, fyrrv. ráðgevi og samráðingarleiðari fyri Landsstýrið
Jan Müller, stjóri á Føroya Oljuídnaðarbólki (FOÍB)
Johan Dahl, vinnumálaráðharri
Magni Arge, formaður í oljuvinnufelagnum
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og fyrrv. landsstýrismaður í fíggjarmálum
Ole-Anders Lindseth, norska oljumálaráðið
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum
Torbjørn Jacobsen, havnarmeistari og fyrrv. landsstýrismaður í oljumálum

Faldari við skrá.pdf Tak niður skrá