Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir danskarar til TB

Jákup Ósá

TB ætlar sær upp aftur í Effodeildina beinanvegin og spennir seg út.

TB ætlar sær upp aftur í Effodeildina beinanvegin og spennir seg út.

TB hevur m.a. mist Babacar, Ndende, Nicholas Diverdisc og Poul Ingason í mun til seinasta kappingarár. Men TB hevur ikki bara frágongd, tí fleiri nýggir leikarar eru ávegis til felagið. Tríggir danir koma til TB hóskvøldið og ætlanin er, at teir koma at spæla við í ár. Jens Rói Sørensen er næstformaður í TB og hann sigur, at styrkur er á veg.

– Aumang Haji er 17 ár og framrættaður miðvallari, Mehmed Lemes er 19 ára gamal málverji og Eyyub Ketan er 25 ára gamal álopsleikari. Fyri fyrst koma teir at venja við og annars hava vanligt arbeiði. Men vísa teir seg at vera verdir at skriva sáttmála við, so fara vit sjálvandi at umhugsa tað. Men tað er tann keðiliga fíggarstøðan, ið ger at vit eru sera varnir við at skriva nýggjar sáttmálar, sigur Jens Rói Sørensen við Norðlýsið. Sostatt eru teir komnir til TB at styrkja um, og ikki til at royndarvenja sum vit vanliga síggja. Tí væntandi vera teir partur av TB hópinum framyvir. Tað er TB venjarin Páll H. Guðlaugsson, sum hevur fingið hesar leikarar til Føroyar. Har kann nevnast, at Aumang Haji vandi við KÍ eitt tíðarskeið í 2012.

TB næstformaðurin sigur víðari, at TB eisini kemur at missa Ragnar Tausen, sum fer av landinum í lestrarørindum, meðan fyrrverandi landsliðsleikarin Óli Johannesen ikki hevur tikið støðu til, um hann tekur eitt ár aftrat. Málið hjá TB er at flyta uppaftur í Effodeildina og tað eigur felagið – sambært TB næstformanninum – ikki at hava stórvegis trupulleikar av.

Venjari hjá TB er Páll H. Guðlaugsson, sum í 2012 og partvís í 2013 var venjari hjá KÍ.

Mynd: TB