Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øðrum til eggjan og fyrimynd

Pól á Kletti

Pól á Kletti umælir bókina “Vága Samferðslusøga”

Enn hoyri eg fyri mær eyðkenda motorljóðið frá »Vesturleið«, tá hann nakrar túrar um vikuna sigldi eftir Hestfirði úr Vágum til Havnar og heimaftur – við farmi og ferðafólki.

Sjálvur untist mær at sigla við hesum skipi sum ferðafólk, og nú eg fyri jól fekk í hendi »Vága samferðslusøgu« eftir Heina F. Petersen, fyrrv. lærara í Sandavági, og Dánjal Poulsen, ferðastovustjóra úr Vatnsoyrum, og síggi mynd av skipinum, vekur tað nøkur minni frá barnaárunum í Hesti. »Vesturleið« legði ikki at í Hesti. Skuldi fólk við til Havnar, mátti boðast frá til Miðvágs og so bátur umborð. Sama tá komið var úr Havn. Tá mátti tú, áðrenn skipið legði frá bryggju, boða frá út í Hest at fáa bát eftir tær, tá skipið legði stilt úti fyri bygdini. …

LES MEIRA Í BLAÐNUM Í DAG