Fundurin millum strandalondini í Bergen er júst niðurlagdur og eingin semja er um eina nýggja avtalu. Jacob Vestergaard sigur at nú verður støðan umhugsað og síðani verður avgerð tikin um grundarlag er at halda fram við samráðingunum tá partarnir hittast til aðrar samráðingar í London í komandi viku. Sambært landsstýrismanninum er ósemja framvegis um støddina á heildarkvotuni og býti av makrelinum.
Fundurin millum strandalondini í Bergen er júst niðurlagdur og eingin semja er um eina nýggja avtalu. Jacob Vestergaard sigur at nú verður støðan umhugsað og síðani verður avgerð tikin um grundarlag er at halda fram við samráðingunum tá partarnir hittast til aðrar samráðingar í London í komandi viku.
Sambært landsstýrismanninum er ósemja framvegis um støddina á heildarkvotuni og býti av makrelinum.
Tað frættist at minni enn 1% var millum tað sum kravið var frá Føroyum og tað váttar Jacob Vestergaard eisni.
– Jú tað kanst tú kanska siga. – Men hettar hevur svinga aftur og fram og onkra løtu hevur verið minni enn 1% millum partarnar. Men hóast vit onkra løtuna hava verið nær eini semju, so broytist hetta frá degi til dags. Tað sum tú heldur teg hava avtala ein dag er ikki galdandi tá tú møtir aftur til fundar – og soleiðis gongur tað fyri seg til tú hevur gjørt eina endaliga semju




