Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BankNordik vísur eingi fyrilit

John William Joensen

– Framferðin hjá BankNordik er ein eirindaleys jagstran eftir profitti, sum eingi fyrilit tekur fyri nærumhørvi ella sosialum viðurskiftum. Bankin hugsar bert um avlop, meðan kundarnir svíða undir verri tænastu og størri ómaksgjøldum. Nú er nóg mikið!

– Framferðin hjá BankNordik er ein eirindaleys jagstran eftir profitti, sum eingi fyrilit tekur fyri nærumhørvi ella sosialum viðurskiftum. Bankin hugsar bert um avlop, meðan kundarnir svíða undir verri tænastu og størri ómaksgjøldum. Nú er nóg mikið!

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, nú BankNordik hevur boðað frá, at kassaavgreiðslurnar hjá bankanum í Saltangará og Klaksvík skulu latast aftur.

– Eg skilji als ikki framferðina hjá BankNordik. Søgan vísur, at bankin hevur havt eitt serligt tilknýti til føroyska fólkið, sum eisini hevur verið við til at bjarga bankanum, men nú hevur bankin fullkomiliga mist sambandið við vanliga føroyingin og samfelagið, sum hann virkar í, sigur Jógvan Skorheim.

Borgarstjórin í Klaksvík heldur, at ein so stór og týdningarmikil fyritøka sum BankNordik eigur eisini at taka sosial fyrilit fyri samfelagnum, sum tað hon virkar í.

– Fólkagrundarlagið undir kassavgreiðslunum í Klaksvík og Saltangará er stórt, og eisini er sterkt vinnulív júst í hesum økinum. Men tað tykist, sum BankNordik bara skal taka úr samfelagnum og ikki vil lata aftur til samfelagið, sigur Jógvan Skorheim.

– Hetta er ein ódámlig gongd, og eg vænti, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri virksemi og undirtøkuna hjá BankNordik. Skal bankin bert hugsa um at fáa so stórt avlop sum gjørligt, meðan kundarnir skulu svíða undir verri tænastu og størri ómaksgjøldum, fer hetta at raka bankan aftur í høvdið sum ein boomerang.

Klaksvíkar kommuna hevur nógv samskifti við BankNordik, men hetta samstarv skal nú endurskoðast.

– Um tvær vikur hevur fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar býráð fund, og tá fara vit at taka framferðina hjá BankNordik til viðgerðar. Vit mugu eisini taka støðu til, hvussu stórt samskifti og samstarv, vit ynskja við bankan frameftir, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.