Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindastarv

Jóhannes M. Olsen

Góður og reinførur Journalistikkur er tíðningarmikil í samfelagnum dettur hann niðurfyri verður skjilið í samfelagnum eins og tá íð ruskkoyringin vildi steðga upp. Tað er torført í míni verð, at hugsa sær eitt økið við hægri kravi til reinføri, reiðuligheit moral og sannleika enn tíðindastarvið.

Góður og reinførur Journalistikkur er tíðningarmikil í samfelagnum dettur hann niðurfyri verður skjilið í samfelagnum eins og tá íð ruskkoyringin vildi steðga upp. Tað er torført í míni verð, at hugsa sær eitt økið við hægri kravi til reinføri, reiðuligheit moral og sannleika enn tíðindastarvið.

Kann huga eg fyri mongum árum síðan sá eina grein har dómpróstur C. Skovgaard Petersen, sálið skrivaði um at “Vilja fram í verðini” og í tí sambandi tók heimsgitnu avísuna “Time” fram sum dømi, um sannleikan tá íð tíðini og førdi fram: “Times” er sum kunnugt eitt av heimsins størstu bløðum, bókmentaligt kemputræ, hvørs greinar strekkja seg langt út yvir verðina og skugga yvir øll skarnsbløð og giftigan sumpvøkstur og tað lokalu partípressuna, men tað var eina og áleina við treytaleysum ósjálvsøkni og reiðuligheit, at tann upprunaligi blaðstjórið av “Times”, John Walter, útvegaði sær hesa ómetaligu ávirkan.

Av fyrstintíð var “Times” bert eitt lítið ansað og útbreitt blað. Men tað lá ein samvitska aftanfyri blaði. Við erligari djarvheit átalaði blaði i nøkrum av sínum fyrstu útgávum fýggjarliga óreiðuliheit í flotamálaráðnum og viðlegði sína avdúking við teim mest nágreinuligu frágreiðingum, – tí ber tíðindi hava sjálvdan nakað við samvitskuna at gera.

Afturfyri hesa avsløring misti John Walter og blaðið eina serinntøku av at trykkja øll skjøl frá tollvaldinum, samtíðis sum blaði fekk at vita, at hann skuldi fáa arbeiði aftur um hann í framtíðini vildi latað verða at skriva um tíðlíkt. Men J.Walter svaraði eitt erligt og mótugt “Nei”.

Og frá hesum degi var Times borið uppi í langa tíð av óheftum kærleika til sannleikan, sum hvørki vildi vera trælur av valdsharrum ella múgvuni.

Hetta kom til sjóndar m.a. í 1845 tá íð jarnbreytarspekulatiónin tók seg upp í Onglandi í stórum málistokki. Lýsingar og reklamir frá nýggjum partafeløgum streymaðu støðugt inn í spaltirnar hjá Times, sum harvið hevði eina inntøku meir enn 150,000 kr. um vikuna.

Men J.Walter yngri, sum hevði avloyst faðir sín, sum blaðstjóra, gjørdist ótryggur av vandanum sum eirindaleysa jarbreytaspekulatiónin kundi føra við sær, hann forútsá eina stóra fíggjarkreppu sum hetta kundi føra til. Og uttan at hugsa um sínar egna fyrimunir fór hann í hernað ímóti lokkandi lýsingunum í blað sínum, sum oystu krónir inn í kassan.

Málið snúði seg um dýrt uppspardan pening hjá smámanninum og fólki yvir høvur.

Hesin hernaður blaðsins gjørdist eitt stórt tap fyri Times í fyrstu atløgu, men skjótt bar henda ósjálvsókna reiðuligheit høga rentu. Haldararnir av blaðnum øktust stórliga, umdømi var staðfest og megin var grundfest. Um blaðstjórin hevði latið seg lokka av fyrimununum av einum løtuviningi uppá kostna av sannleikanum, hvat hevði so verið av Times ? Møguliga eitt talurør ímillum tey mongu fyri dagsins Guði. Vit høvdu neyðvan kent navnið á Times í dag.

Harafturímót var blaðstjórin høvður hægri enn teir flestu aðrir og tað ikki bert í dugnaligheit, men í óheftari erligheit. Harvið er Times vorið eitt heimsblað somuleiðis “valdsættin Walter” hvørs ávirkan er nærum uttan líka.

Hetta var eitt dømi um tíðindastarv og erligheit skrivað av dómpróst C. Skovgaard Petersen sála í síni tíð.

Jóhannes M. Olsen