Tað tykist sum at bæði fólk og politiskir flokkar nú síggja, at vit politiskt skulu og mugu seta bankunum krøv í Føroyum. Hetta segði Tjóðveldi í sínari valskrá í 2011 – og vit hava støðugt skotið tað upp. Tað er við lóg álagt ølum føroyingum at hava eina bankakontu – annars ber ikki til at fáa løn ella veitingar.
Tað tykist sum at bæði fólk og politiskir flokkar nú síggja, at vit politiskt skulu og mugu seta bankunum krøv í Føroyum. Hetta segði Tjóðveldi í sínari valskrá í 2011 – og vit hava støðugt skotið tað upp. Tað er við lóg álagt ølum føroyingum at hava eina bankakontu – annars ber ikki til at fáa løn ella veitingar.
Og tí skulu vit eisini lóggeva fyri, at bankarnir ikki kunnu konokkroyta tann meiniga føroyska brúkaran á hendan hátt. Vit hava eisini støðugt reist málið um at gera eina almenna skipan, har fólk kunnu fáa sína løn ella sínar veitingar uttan at verða tengd at bankunum. Tí hvat síggja vit nú: Vit skulu gjalda fyri at banin sleppur at læna okkara pengar. Vit skulu gjada fyri, at læna okkara egnu pengar aftur. Vit skulu gjalda fyri at flyta okkara egnu pengar og fri at gjalda okkara egnu rokningar. Og bert tey, sum eiga nógv, fáa avsláttur, meðan “øll mugu gjalda” fyri tey, ið hava mest, sum bankastjórin málbar seg. Og tá bankarnir so koma í trupulleikar av spekulasjón og grammleika, so skal tað meiniga fólkið gjaldaalt einaferð afturat.
Og hetta er í størsta mun úrslit av eini grovari ábyrgdarundanstøkking hjá meirilutanum á løgtingi, at bankarnir ikki hava fingið mørk og krøv sett. Ávaringarnar og ítøkilig uppskot hava ikki skortað. Tjóðveldi hevur í mong ár verið einsamallur flokkur um at seta bankunum krøv. Vit hava við lóggávu tryggjað, at bankarnar ikki kundu flyta alla okkara KT-skipan av landinum – men í 2004 loyvdi tásitandi landsstýrissamgona hesum.
Tjóðveldi hevur síðani tríggjar ferðir havt uppskot um at steðga tí, men alliar aðrir flokkar hava noktað. Tað hevur kostað omanfyri 200 mió bara at flyta alt av landinum . og hetta hevur vanligi føroyski bankakundin goldið fyri við avgjøldum og rentum. Vit søgdu longu tá, at hetta eisini fór at elva til nýggj gjøld omaná brúkaran. Og nú sigur forstjórin í BankNordik, at tað kostar 50 mió um árið fyri føroyska bankakundan, at tey hava flutt alt av landinum – peningur, sum fer beint úr Føroyum til a menna eina avoldaða danska KT-skipan. Og tí skulu nú teir meinigu kundarnir gjalda fyri, at hava eina vanliga bankakontu. Samstundis sum øll tænasta versnar. Og bankin hevur havt stór yvirskot seinnu árini – av sínum virksemi í Føroyum. Meðan onki enn er komið inn úr teimum stóru uppkeypum í Danmark. So føroyski vanligi kundin rindar alt gildið, sum fer av landinum.




