Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leirvíksvegurin stongdur vegna brim

Txt: John William – Myndir: Oliver

Ódnarveðrið hevur nú steðga ferðsluni gjøgnum Norðoyatunnilin, tí brimið stendur niðan á tunnilsvegin í Leirvík og hevur brotið bilverjuna sum liggur tvørtur um vegin.

Ódnarveðrið hevur nú steðga ferðsluni gjøgnum Norðoyatunnilin, tí brimið stendur niðan á tunnilsvegin í Leirvík og hevur brotið bilverjuna sum liggur tvørtur um vegin

Landsverk stongdi vegin á Kráartanga, tí høg flóg og nógvuruppgangur gjørdi at brim breyt niðan á landsvegin frá tunnilsmunnanum og tilrundkoyringina. Umleið kl 8 í morgun fór bilverjan og slálv brimverjan hevurfingið skaða og klettar eru komnir niðan á vegin og gjørt skaða á vegbreytina.

Sjóarfalli vendir um einar tveir tímar og tá ferð flóðin atminka aftur, og seinri í dag verður kunngjørt nær koyrandi verður aftur. 

Harleyfacadeacryl