KÍ vann seinasta dystin í bólkaspælinum í VFF Cup í dag.
Dysturin var móti ÍF. KÍ vann 1-0 eftir hornaspark, har Jonas Flindt Rasmussen var seinastur á bóltinum. Sostatt vann KÍ ein dyst, spældi tveir javnar og tapti ein. Teir báðar fyrstu dystirnar spældi liðið við nærum sterkasta liðnum móti HB og Skála, meðan tað síðani bleiv skift nógv út. Tað sama var galdandi hjá flestu av hinum liðunum. Avrikið móti HB var kanska tað besta, har serliga Ndende Adama Gueye var vælleikandi. Annars komu nýggir leikarar sum Tórur Justesen og Andrias Frederiksberg væl frá sínum uppgávum, skilja vit úr Gundadali.
KÍ uppstillingin seinasta dystin móti ÍF:Fríði Sigurðsson – Andrias Frederiksberg, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Henriksen, Tórur Jusesen – Ivan Joensen, Kristian á Lakjuni, Heðin Klakstein – Jóhan Jacobsen, Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð.
Úrslit:
HB-KÍ 1-0
KÍ-Skála 1-1
AB-KÍ 0-0
KÍ-ÍF 1-0




