Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria Damanaki: Jacob Vestergaard vildi ikki slake 0,8%

John William Joensen

ES kommiserurin í fiskivinnumálum, Maria Damanaki, vantar at strandalondin gera eina semju í London í hesari vikuni um býti av makrelstovninum í Norður Atlantshavinum. Men hon stendur spyrjandi um føroysku støðuna.

ES kommiserurin í fiskivinnumálum, Maria Damanaki, vantar at strandalondin gera eina semju í London í hesari vikuni um býti av makrelstovninum í Norður Atlantshavinum. Men hon stendur spyrjandi um føroysku støðuna.

Hóast allar fyritreytir vóru til staðar undir samráðingunum í Bergen 28. til 31. januar, so lótu partarnir hendan møguleikan av hondum. Munurin millum londini var einans 0,8% og álíkavæl vildu partarnir ikki geva seg seinasta strekki til eina semju.

Hettar er ein ídnaður sum árliga umsetur fyri milliardir og tað er neyðugt fyri makrelstovnin at partarnir finna eina semju. ES samveldi hevur flutt seg nógv undir samráðingunum fyri at finna semju. Men eg kann bara staðfesta at ávísur partur hevði grivið seg niður og var ikki til at flyta. (Red: Norðlýsið hevur umvegis samráðingarfólk fingið at vita at ES kommiserurin her beinleiðis vísir til føroysku støðuna).

Støðan hjá hesum partinum blokerar fyri einari semju, sigur ES komiserurin.

ES Kommiserurin heitir á partarnar um at finna semju í London í komandi viku.