Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgin lutur funnin á Mækjuvík, nú eftir ódnarveðrið

Oliver Joensen

 Mangter at finna, um tú fert á reksstøð eftir ódnarveður. Nú eystan og landsyningur hava leika í, fann Janus Hansen hendan lutin í fjørðini við Borðoyarvík.

Hvat hetta er, funnu vit ikki útav, men tað kundi sæð út sum eitthvørt militert, og innan luktaði luturin av onkrum í lýktist krúti. Vit hava spurt okkum fyri ymsastaðni hvat heta kann vera, men ikki fingið svar. Helst fáa vit svar onkustaðni frá ímorgin. Men um onkur lesari veit hvat hetta er, so vilja vit fegin hava eina viðmerking niðanfyri. Eisini ber til at senda teldupost til oliver@nordlysid.fo