Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta tjaldrið

Oliver Joensen

 Idag var ein góður dagur til tey, ið dáma at ganga sær ein túr. Og brúkar tú eyguni eisini, so er eitthvørt at fáa við. Úti á Oyri sást hetta einsamalla tjaldrið ganga og hugna sær ídag. 2. februar er tíðliga at koma, tí vit vænta tey ikki fyrr enn um góðan mánaða.

Hertil er tó at siga, at vit hava fleiri ferðir sæð tjøldur hildi til á Norðoyri ígjøgnum allan veturin. Men í vetur hava eg í hvussu so er ikki sæð tjøldur áður har.