Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórður Thomsen og Gunnar Haraldsen á landsliðnum

Jákup Ósá

Lars Olsen hevur tikið 20 leikarar út til venjingarlegu í Spania seinni í februar.  Flestu nøvnini eru væl kend, men millum nøvnini eru Tórður Thomsen og Gunnar Haraldsen.

Á venjingarleguni, sum verður í døgunum frá 26. februar til 6. mars skulu eftir ætlan tveir venjingardystir spælast. Tann fyrri verður leiktur móti nýggjasta UEFA-limalandinum, Gibraltar, á Gibraltar tann 1. mars, meðan seinni dysturin væntandi verður leiktur 4. mars, men hvat mótstøðuliðið verður, er ikki endaliga avgreitt enn.

Kom óvart á Gunnar
Verjuleikarin Gunnar Haraldsen úr HB er helst mest óvæntaða navnið í landsliðshópinum, sum Lars Olsen hevur tikið út til venjingarleguna í Spania í næstum. Sjálvur viðgongur Gunnar eisini, at tað kom óvart á hann.

– Tað hevði eg ikki væntað. Eg hevði vónað at fingið møguleikan í fjør, tá ið tað gekk so væl hjá mær og Johan Troest í verjuni hjá HB. Men so var eg úti eina tíð, og tí hevði eg væntað, at eg skuldi brúka minst alt hetta komandi kappingarári fyri yvirhøvur at koma inn í myndina til landsliðið, so hetta vóru óvæntað, men gleðilig boð at fáa, sigur Gunnar Haraldsen við fsf.fo.


Hópurin
Teir 20 leikararnir, ið Lars Olsen hevur tikið út, eru hesir:

Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell FC (bert við til seinna dystin)
Tórður Thomsen, B36
Teitur Gestsson, HB

Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland
Gunnar Haraldsen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK
Viljormur Davidsen, Vejle BK
Oddmar Færø, Forfar Athletic (bert við til seinna dystin)

Miðvallarar:
Hallur Hansson, AaB
Fróði Benjaminsen, HB
Karl Løkin, ÍF
Christian Mouritsen, HB
Heini Vatnsdal, HB
Gilli Sørensen, AaB
Pól Johannus Justinussen, EB/Streymur
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF

Framherjar:
Klæmint Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson
Páll Klettskarð, KÍ


Mynd: FSF

Harleyfacadeacryl