Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigfríður: Vit vilja hava kvalitet inn

Jákup Ósá

Víkingur er í samráðingum við føroyskan landsliðsleikara.

Venjarin hjá Víkingi váttar, at Víkingur hevur bjóðað Halli Hansson sáttmála og at felagið vil hava leikarar við kvaliteti inn.

Sigfríður Clementsen er venjari hjá Víkingi og hann staðfestir, at hópurin hjá Víkingi í løtuni er væl smalri enn í fjør. Jann Ingi Petersen, Hjartvard Hansen og Kaj Leo í Bartalsstovu eru farnir úr felagnum og har afturat er ógreitt, hvussu stóran leiklut Sølvi Vatnhamar kemur at spæla í fyrru hálvu. Hann flýgur møguliga heim til nakrar dystir.

Men Víkingur hevur leingi verið úti eftir styrki og Sigfríður Clementsen staðfestir, at Víkingur fyrst og fremst vil hava kvalutet í hópin. Eric Bassombeng royndarvenur við Víkingi í løtuni og roynt verður eisini eftir Halli Hansson.

– Eric Bassombeng kom hóskvøldið til landið eftir langa reisu. Og síðani bleiv hann sjúkur, so vit koma ikki at síggja hann fyrr enn í kvøld. Viðv. Halli, so hava vit tosað við hann og givið honum eitt tilboð. Men har eru onnur felag eisini í myndini, so tað ber ikki til at siga, hvat hann velur. Fyri okkum er tað týdningarmikið, at tað eru leikarar við kvaliteti, ið koma afturat. Leikarar sum koma beinleiðis í uppstillingina og so má plássið koma í aðru røð, tí har fáa vit nokk roterað runt soleiðis, at liðið hongur saman. Vit taka útlendingar til royndarvenjingar tí vit vilja tryggja okkum, at teir veruliga styrkja um, sigur Sigfríður Clementsen.

Hørð kapping í ár

Venjarin hjá Víkingi væntar annars eina javna kapping í ár.

– Venjarakappingin vísti ikki nakað óvæntað kanska burtursæð frá, at Skála sær betri út enn tey flestu høvdu væntað. HB hevur tann breiðasta og besta hópin og rennur kanska undan, men tíbetur hava teir bara 11 leikarar á vøllinum í senn. Og tey flestu liðini, kanska burtursæð frá HB og KÍ, tippi eg eru úti eftir meira styrki og tað kann broyta fortreytirnar. Men í løtuni sær tað sera javnt út millum nærum øll liðini aftanfyri HB, sigur Sigfríður Clementsen.