Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chelsea vann toppbrakið

Danial Viðoy

Premier League: Chelsea vann í kvøld 1-0 á útivølli ímóti Manchester City. Bæði Chelsea og Manchester City hava nú 53 stig og liggja á einum deildum øðrum plássið, tvey stig aftan fyri Arsenal á fyrsta plássi. Tað er fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at Manchester City missir stig á heimavølli.

Chelsea var betri í fyrra hálvleiki og hevði størru kjansirnar. Tað fyrstu løtuna av dystinum var Manchester City við, men skjótt tók Chelsea yvir og stýrdi mest sum øllum fyrra hálvleiki.

Í 32’ minutti legði Branislav Ivanovic Chelsea á odda við einum dundurskotið, dygst uttan fyri sekstan-meturin úti í høgru síðu. Kjansurin stóðst eftir eitt gott Chelsea-álop, har Hazard enn eina ferð var høvuðsmaðurin.

Beint áðrenn hálvleik kundi Samuel Eto’o økt um leiðsluna, men tvørtræið forðaði tí. Eittmálsleiðslan kundi verði størri, men neyvleiki og hepni manglaðu.

Í øðrum hálvleiki kom Chelsea útaftur sum eitt óløgi og bert stong og tvørtræ vóru í vegin fyri at økja um leiðsluna.

Chelsea var tættari upp á tvey og trý null enn Manchester City var at javna.

Chelsea spældi ein taktiskt skilagóðan dyst, har miðvøllurin hjá City ongantíð fekk fótin fyri seg. Chelsea vildi tað meira og sum tøkk fyri tað, fingu teir trý uppiborin stig.