Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan fer burturúr KÍ

Jákup Ósá

Á aðalfundinum hjá KÍ mánakvøldið bleiv samtykt, at geva Stjørnuni loyvi at gera sítt egna sjálvstøðuga felag.

Kjakið hevur verið um tað í fleiri ár, at koyra Stjørnuna úr KÍ, so at tað verður rikið sum sjálvstøðugt felag eins og onnur hondbóltsfeløg. Tá so KÍ høllin nú hoyrir til Klaksvíkar Kommunu, so tykist ikki vera nøkur orsøk eftir fyri at hava fótbólt og hondbólt saman í Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Nú verður Stjørnan eitt felag

Á aðalfundinum mánakvøldið legði Kristoffur Ragnarsson, ábyrgdarpersónur fyri hondbólt í starvsnevndini hjá KÍ, uppskot fram um, at hann og onnur hjálparfólk í Stjørnuni fingu heimild til at taka Stjørnuna úr KÍ við teimum treytum og krøvum, ið fylgja við hondbóltinum. Fundurin gav loyvið til, at hesar ætlanirnar kundu fara í gongd. Sum skilst á Kristoffur, so er ætlanin at fáa nýggja felagið upp at standa innan stutta tíð. Ítróttaliga fær hetta ongar avleiðingar fyri nakran, so í høvuðsheitum fer tað ikki at merkjast fyri hvørki fótbóltin ella hondbóltin, at KÍ og Stjørnan nú eftir øllum at døma fara hvør til sítt. Tí fótbólturin og hondbólturin hava koyrt rættuliga atskild seinastu árini. Stjørnan metir seg hava lættari við at fáa fólk uppí nevndararbeiði og at fáa inntøkur, við at hava sjálvstøðugt felag.