Formaðurin í EB/Streymi sigur, at felagið hevur havt fyrispurning um Hall Hansson, men at tað er nakað síðani, at samband var millum partarnar.
Tað er spenningur um, hvar landsliðsleikarin Hallur Hansson endar. EB/Streymur hevur verið nevnt sum ein møguleiki. Tí vendu vit okkum til formannin í EB/Streymi fyri at spyrja um støðuna.
– Vit høvdu ein fyrispurning inn um Hall, men tað er nakað síðani, at partarnir tosaðu saman. So í løtuni er kanska ikki so nógv sum bendur á, at hann spælir við EB/Streymi í 2014, sigur Sigvald Zacharissen við nordlysid.fo.




