Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsuppskoti

Okkum er sent:

So sá tunnilsuppskoti`dagsins ljòs, eg lurtaði næstan alla tíðina, ikki eitt orð um vegaføringina frá Skipanes krossið ú til Runavík,- hvat ætla tit har? Ferðslan ìgjøgnum Gøtugjògv og upp um Gøtueiði er tað O.K.?

Ein tunnil frá Gøtudali inn ì Skálabotn vil heilt vìst verða bæði bìligari og betur, tað er jú ein nìggjur vegur a vestursìðuni út á Strendur. Tað er bæði skjòtari og slættari frá rundkoyringini ì Gøtudali via tunnil út á Strendur, enn frá sama stað og út til Runavìk, plus tað vil stytta leiðina frá norðirøkinum og vestureftir við uml. 15 minuttum.

Tá ið so nògvir klòkir menn hava stungið høvdið saman og komnir til hasa loysina, fái eg tað ikki til annað enn eina gisslatøku av ferðsluni ì norðurøkinum til at gjalda tunnilin hjá Kára P og co.

Eitt suff meir, teir flestu av tingformonnunum meintu at vit ì noðoyggjum skulu gjalda tvey gjøld fyri at sandingar og tey uttaliga á Skálafjørðinum kunnu koma til Havnar uppá eitt korter.

Lurtari.

Harleywoodpaint