Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløskupostur úr New Foundlandi funnin í Árnafirði

Oliver Joensen

Tað var ein spennandi løta á sandinum í Árnafirði, tá 9 ára gamla Rannvør Hjelm, 3 ár, sum saman við systir síni Rósu Mariu Jógvansdóttir, ið vóru í Árnafirði og vitjaðu langommu sína Fanny Olsen, fann ein fløskupost. Tað er altíð spennandi at pakka ein fløskupost út. Títt og ofta eru fløskupostarnir, sum funnir vera í Føroyum frá Føroya Sjómannadegi, men hesafer var annarleiðis.

Fløskuposturin, sum Rannvør Hjelm fann hevði nevniliga ferðast útivið 1900 fjórðingar í beinari linju úr New Foundlandi og til Árnafjarðar.
Í fløskupostinum var sjálvandi eitt bræv og brævið var frá 7 ára gamla Tristan Watkins. Avrit av brævinum er niðanfyri, men Tristan skrivar nakað soleiðis: Hey, eg eiti Tristan Watkins. Eg búgvi í Durrell Twillingate  NFLD Canada.
Eg eri 7 ára gamalur og gangi í triðja flokki. Ítróttin hjá mær er at súkla, svimja, hockey, baseball, og at spæla ið vinfólk míni.Tá tú lesur bræv mítt, vinarliga sig mær um land týtt og eitt sindur um teg. Send eisini bústað tín, so eg kann skriva aftur til tín.
Tá Rannvør og systurin Rósa Maria vóru á vitjan á Norðlýsinum, søgdu tær okkum, at tær nú ætlaðu at fara at skriva til Ný Foundland.