22 ára gamli Jan Elmar Sørensen ræðist ikki eld. Longu nú hevur hann sína egnu fyritøku og tað gongur framá við virkseminum. Hann hevur serhandil, sum tann einasti í Føroyum, ið bert er til gongufólk og rennarar. Jan Elmar er kønur innan hesa ítrótt og veit júst, hvat ein gangari ella rennari skal brynja seg við.
22 ára gamli Jan Elmar Sørensen ræðist ikki eld. Longu nú hevur hann sína egnu fyritøku og tað gongur framá við virkseminum. Hann hevur serhandil, sum tann einasti í Føroyum, ið bert er til gongufólk og rennarar. Jan Elmar er kønur innan hesa ítrótt og veit júst, hvat ein gangari ella rennari skal brynja seg við.
Norðlýsið hevur sett unga framfýsna manninum stevnu. Áhugin og tankin fyri at gera sítt egna birtist við virksemi á flatlondum og nú er tankin førdur út í lívið. Men enn er málið ikki rokkið, hóast hann er gott áveg.
Fyrsti serhandilin fyri rennarar í Føroyum
– Eg havi tosa við fleiri rennarar, og tey hildu øll, at tað var mangul uppá ein slíkan handil til rennaran. Ein handil, sum kann bjóða alt tað, ein rennari nú hevur brúk fyri, byrjar Jan Elmar at greiða frá.
– Vit hava nakrar ítróttarhandlar í Føroyum, men teir fokusera upp á allar ítróttargreinar, so tað er avmarkað, hvussu nógv teir kunnu bjóða rennarunum.
– Runnivers er ein serhandil fyri rennarar í Føroyum. Fyrimunurin hjá mær er eisini, at eg renni sjálvur og, havi stóran áhuga fyri tí, fortelur Jan Elmar avgjørdur.
Nógv renna og ganga
– Tað er vorðið væl umtókt at renna, ganga túrar á vegnum og í fjøllunum. Tað gongur ikki ein dagur, har eg ikki síggi í minsta lagi ein renna ella ganga túr – og tað er óansæð veðrið, sigur Jan Elmar, sum er sonur navnframa rennaran Guttorm Sørensen.
– Eg haldi at fólk hugsa meira um heilsuna í dag. Fólk vita, at tað eru fleiri fyrimunir við at venja regluliga. Møguleikin fyri at fáa ymsar sjúkur verður minni, og tann einstaki fær meira orku í gerandisdegnum. Og um eisini verður borið rætt at við kosti, ber til at tapa nøkur kilo.
Hugskotið til Runnivers kom undir útbúgving
– Tá ið eg var undir útbúgving í Danmark, hevði eg eina KT fyritøku við einum danskara. Men eg føldi, at eg manglaði at finna tað, sum eg veruliga vildi arbeiða við.
– Eg brenni fyri ítróttinum, og serliga fyri renning. So tað var líka sum upplagt at royna seg við hesum. So eg byrjaði ein nethandil innan hetta í Danmark, men eftir útbúgvingina flutti eg heimaftur til Føroyar, og valdi at flyta alt virksemið heim eisini.
Handil í kjallarnum
– Í løtuni havi eg ein lítlan handil í kjallaranum á Kráargøtu 47 í Klaksvík, har tað ber til at koma inn og síggja úrvalið, royna vørurnar og fáa vegleiðing.
– Eg havi vanliga opið frá kl. 16 og úteftir, men fólk eru meira enn vælkomin at ringja til mín uttan fyri hesa tíð. Og á nethandlinum www.runnivers.fo ber til at bíleggja alt samdøgrið, sigur Jan Elmar ágrýtin á málinum.
Stórar ætlanir við Runnivers
– Eg havi longu verið og hugt eftir hølum til handilin niðri í býnum. Tá møguleikin býðst, flyti eg handilin oman í býin; tí ætlanin er í longdini at eg skal arbeiða fulla tíð við hesum.
– Í løtuni havi eg renniskógvar, renniklæðir, gps- og pulsur, ryggsekkir o.a. Eg fái so við og við fleiri vørur heim.
– Hugurin hjá føroyingunum er vaksin at ganga í fjøllunum, og tískil havi eg nógva útgerð til hesa vaksandi ítrótt/frítíðartriv.
Ágrýtni og virkisfýsni Jan Elmar Sørensen sigur at enda enn einaferð:
– Tú ert altíð vælkomin inn á Kráargøta 47 aftaná kl. 16, ringja til mín á 230 208 ella hyggja inn á nethandilin á www.runnivers.fo.




