Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Illgruni um sjúkuelvandi ILA virus í alibrúkinum hjá Bakkafrost út fyri Selatrað

Bakkafrost

Endaligt úrslit kann væntast um nakrar vikur. Tað var í samband við vanligar yvirvøkuroyndir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á aliøkinum á Selatrað (A-80), at úrslit frá greiningum bendu á illgruna um ein sjúkuelvandi variant av ILA virusinum. Trivnaðurin hjá fiskinum er ikki ávirkaður, og einki serstakt felli er staðfest.

Endaligt úrslit kann væntast um nakrar vikur.

 

Tað var í samband við vanligar yvirvøkuroyndir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á aliøkinum á Selatrað (A-80), at úrslit frá greiningum bendu á illgruna um ein sjúkuelvandi variant av ILA virusinum. Trivnaðurin hjá fiskinum er ikki ávirkaður, og einki serstakt felli er staðfest.

 

Greiningar av trimum sýnum við RT-PCR kanning góðu ábending um eitt virusslag, ið kann geva ILA sjúku hjá laksi. Nærri kanningar hava víst, at tann eina av hesum trimum royndunum kann vera sjúkuelvandi.

 

HFS og Bakkafrost hava síðani tikið enn fleiri sýn, og er hetta sama møguliga sjúkuelvandi ILA virusið staðfest í fleiri sýnum. Kanningar og uppskurður av fiski hava tó ikki víst nøkur sjúkutekin.

 

Hóast hetta, so hevur Bakkafrost saman við myndugleikunum avgjørt at seta í verk ILA tilbúgvingina alt fyri eitt og tí framskunda tøkuna fyri soleiðis at minka um váðan fyri smittuspjaðing. Tøkan var væl ávegis, og er bert ein ringur eftir. Talan er um ein ring við fiski á uml. 5,0 kg í meðal – kruvd vekt, sum verður tikin komandi vikuna. Tá ið hann er tikin, er alibrúkið tómt.

 

 

Bakkafrost fer at senda kunningarskriv út, tá ið tey endaligu úrslitini frá alibrúkinum á Selatrað fyriliggja.