Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit fegnast um framgongdina

Jonhard Hammer

– Í gjár var In.fo fyri fyrstu ferð framman fyri Portal.fo í tali á brúkarum, og tað fegnast vit um í dag, sigur Jonhard Hammer, stjóri í MiðlahúsinumÍ fjørsummar tók Miðlahúsið kappingina um við Portal.fo, sum Føroya Tele seldi privatum eigarum. Miðlahúsið hevði rikið tíðindapartin á Portal.fo, og tá Portal.fo varð selt til Knassar, gjørdi Miðlahúsið sin egna tíðindaportal, sum varð kallaður in.fo.

– Í gjár var In.fo fyri fyrstu ferð framman fyri Portal.fo í øllum uppgerðum hjá Vevlistanum. In.fo hevði fleiri brúkarar, fleiri vitjanir og fleiri sýndar síður enn Portal.fo. Hetta fegnast vit um, og tí hava vit boðið okkara ídnu og dugnaligum starvsfólkum eina máltíð í dag, sigur Jonhard Hammer.

– Vit eru í góðari og sunnari kapping við Portal.fo og aðrar tíðindaportalar – ikki í kríggi – og tá vit nú hava tikið eitt so stórt og støðugt tak í langa tíð fyri at náa einum máli, skulu vit eisini duga at fegnast um tað, sigur hann.

– Tá ið vit hava etið døgurðan í dag, fara vit beint aftur til arbeiðis fyri at geva øllum føroyingum tíðindi og viðkomandi tilfar í øllum okkara miðlum, sigur Jonhard Hammer.