Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðulsgrunnur til vinnuligar verkætlanir

tidindaskriv

– Býráðið hevur tikið stig til at økja um áhugan hjá vinnuhugaðum fólki í kommununi við at stovna grunn, sum kann veita stuðul til vinnuligar verkætlanir, ið stuðla undir u´tbu´gving, og harvið styrkja og fjøltátta vinnuli´við i´ kommununi, upplýsir Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini, sum vegna býráðið varðar av nýstovnaða grunninum.

– Býráðið hevur tikið stig til at økja um áhugan hjá vinnuhugaðum fólki í kommununi við at stovna grunn, sum kann veita stuðul til vinnuligar verkætlanir, ið stuðla undir u´tbu´gving, og harvið styrkja og fjølta´tta vinnuli´við i´ kommununi, upplýsir Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini, sum vegna býráðið varðar av nýstovnaða grunninum.

– Hetta er ein grunnur, sum kann veita stuðul til vinnuligar verkætlanir, ið stuðla undir u´tbu´gving, har ætlanirnar eru nýhugsandi og nýskapandi. Ein treyt er eisini, at verkætlanirnar eru alment gagnligar fyri Klaksvíkar Kommunu, sigur Óluva Klettskarð.

Endamálið at fremja vinnuliga nýhugsan
– Í næstum fáa fólk høvi at senda inn umsóknir um stuðul til slíkar verkætlanir. Ætlanin við grunninum er fyrst og fremst at fremja vinnuliga nýhugsan. Og vinnulig nýhugsan umfatar í hesum føri fiski-, skipa- ella frálandavinnu.

– Við hesum tiltaki vil kommunan fegin vera við til at stimbra áhugan fyri hesum øki. Og vit vóna við hesum at lyfta fiski-, skipa- og frálandavinnuna í Klaksvík á eitt hægri støði, sigur forkvinnan.

Vinnan rekur vinnu, meðan kommunan skapir karmar
– Vinnan í kommununi er grundarlagið undir framburði og vøkstri. Vit eiga at gera alt tað, vit megna, so framtakshugur og nýhugsan verða stimbrað.

– Meðan vinnan rekur vinnu, so skal kommunan við kørmum spæla við. Í hesum førinum velja vit at geva ungum sum eldri eitt íkast á leiðini fram til vinnuliga nýhugsan, sigur Óluva Klettskarð, sum er spent at vita, hvussu móttøkan verður.

– Umsóknir verða viðgjørdar av nevnd, ið er umboðað av bæði fólki í vinnuni og fólkavaldum
Lýsing á pdf