Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meistararnir eru væl fyri

Jákup Ósá

Venjingardystur á Argjum: HB vísti í kvøld, at teir eru væl fyri.

Venjingardystur á Argjum: HB vísti í kvøld, at teir eru væl fyri.

Venjingardystur var á Argjum í kvøld í frálíkum líkindum. HB vitjaði AB. Sostatt var talan um tvey lið, sum bæði hava nýggjan venjara. Hjá báðum liðum manglaðu einstakir profilar, men tað vóru væl mannaði lið, sum byrjaðu. Hjá HB tykist ivamál vera um høgrabakk og seinasta plássið á sentrala miðvøllinum, har kappingin er hørð um plássini. Í kvøld vóru René S. Joensen og Levi Hanssen ikki við. Rógvi Holm er nú komin fyri seg aftur eftir skaða trupulleikar seinasta ár. Tað gevur enn fleiri møguleikar í verjuni. Hann spældi í fyrra hálvleiki í miðverjuni saman við Gunnar Haraldsen, meðan Jóhan T. Davidsen spældi á høgra bakki. Til seinasta plássið á sentrala miðvøllinum saman við Heina Vatnsdal og Fróða Benjaminsen spældi Tróndur Jensen sum tann mest verjukendi, meðan Heini sum oftast lá fremst. HB byrjaði soleiðis: Teitur M. Gestsson – Jóhan T. Davidsen, Gunnar Haraldsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Christian Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin Mouritsen. Í seinna hálvleiki komu Thomas Knudsen, Sverri M. Mortensen, Teit Jacobsen, Páll M. Joensen og Poul Ingason.

Hjá AB tykist royndi sentrali miðvøllurin við Kára Nielsen, Bárði Olsen og Sorin Anghel vera komin uppá pláss, meðan nógv bendur á, at Jógvan Isaksen fær møguleikan saman við Morten Overgaaard í miðverjuni. Morten var ikki við í kvøld, meðan Jógvan spældi ein góðan dyst. Í kvøld bleiv nýggjur vinstri bakkur royndur. Tað var 20 ára gamli Jørgen M. Meinhardsson, sum í fjør spældi við 2.deildarliðnum hjá AB, sum vann deildina. Hetta merkti, at U21 landsliðsleikarin Beini Ellefsen bleiv fluttur fram á vongin. Á høgra vongi spældi nýggi Jógvan Skeel Nolsøe, ið er komin úr HB, meðan póllendingurin Daniel Marcin Szymanski, ið royndarvenur, byrjaði í álopinum. AB byrjaði soleiðis: Hans Jørgensen – Jónas Stenberg, Leivur Joensen, Jógvan Isaksen, Jørgen M. Meinhardsson – Kári Nielsen, Bárður Olsen, Sorin Anghel – Jógvan Skeel Nolsøe, Daniel Marcin Szymanski, Beinir Ellefsen. Í seinna hálvleiki komu nógvir av ungu AB leikarunum á vøllin.

Dysturin var undirhaldandi fyrstu løtuna. Andrew av Fløtum hevði skot á stongina, áðrenn Sorin Anghel legði AB á odda eftir hornaspark frá Jónasi Stenberg. Men bara fáar minuttir seinni javnaði Heini Vatnsdal eftir, at hann var runnin afturum AB verjuna, har Fróði Benjaminsen fann hann við góðari avlevering. HB hevði allatíðina yvirvág, men tað gingu 20 minuttir, áðrenn teir veruliga byrjaðu at skapa møguleikar burturúr leikligu yvirvágina, sum eisini bleiv størri tá. Tá hálvur tími var farin bleiv 2-1 til HB. Tróndur Jensen sendi høgan bólt inn í feltið, har Heini Vatnsdal stóð púra einsamallur og kundi skalla bóltin í málið. Møguliga var talan um rangstøðu. Eftir hetta høvdu bæði liðini onkra roynd, men hálvleiksstøðan var 2-1 til HB, ið var í tráð við leikgongdina.

Í seinna hálvleiki vóru nógvar útskiftingar og leikliga dalaði støðið nógv, sum eisini er vanligt um hesa ársins tíð. HB økti til 3-1 eftir hornaspark, har Christian Mouritsen sendi bóltin í høvdið á Gunnari Haraldsen. Tá 80 minuttir vóru leiktir endaði ein málmans mistak frá HB málverjanum við, at Mikkjal hentze kundi skjóta í tóma málið langt úti frá og so var 3-2 til HB, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Heini komandi toppskjútti hjá HB?

Tað er eingin ivi um, at HB av teimum flestu verður mettur sum komandi FM favorittur. Ta støðuna eru teir vanir við. Leikararnir tykjast eisini vera væl fyri, hóast spælið í løtuni stendur nakað aftanfyri spælið í venjingardystunum um somu tíð í fjør, tá teir eisini høvdu ein væl upplagdan Símun Samuelsen við. Hann er ikki heilt komin fyri seg eftir ymiskar skaðar seinastu tíðina og var ikki við í kvøld. Á HB liðinum stendur sentrali miðvøllurin sera serkur í myndini aftur í ár. Heini Vatnsdal  skoraði í fjør 9 mál í sínum 1721 minuttum í landskappingini, meðan Fróði Benjaminsen skoraði 11 mál í sínum 2411 minuttum, har okkurt var brotsspark. Tí er ikki óhugsandi, at Heini Vatnsdal í ár verður HB oddamaðurin á málskjúttara listanum, nú hann er við frá byrjan. Heini og Fróði tóktust báðir hava rættuliga fríðar leiklutir frameftir vøllinum í kvøld, meðan Tróndur Jensen lá aftast. Bæði Heini og Fróði sóu væl upplagdir út.

AB er nógv meira leitandi í síni uppstilling og tað merkir liðið. Av teimum aftastu 5 vóru 4 heilt nýggir í mun til teir, ið spældu meginpartin í fjør. Póllendingurin í álopinum hevði truplar umstøður at arbeiða undir, har HB hevði bóltin meginpartin av tíðini. Sum skilst hevur hann víst góðar taktir undir venjing. Útfrá dystinum í kvøld kann eingin niðurstøða gerast, men eyðsýndur var hann ikki.

HB byrjaði soleiðis: Teitur M. Gestsson – Jóhan T. Davidsen, Gunnar Haraldsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Christian Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin Mouritsen. Í seinna hálvleiki komu Thomas Knudsen, Sverri M. Mortensen, Teit Jacobsen, Páll M. Joensen og Poul Ingason.

AB byrjaði soleiðis: Hans Jørgensen – Jónas Stenberg, Leivur Joensen, Jógvan Isaksen, Jørgen M. Meinhardsson – Kári Nielsen, Bárður Olsen, Sorin Anghel – Jógvan Skeel Nolsøe, Daniel Marcin Szymanski, Beinir Ellefsen. Í seinna hálvleiki komu nógvir av ungu AB leikarunum á vøllin.

Kelda til hagtøl: FaroeSoccer