Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein ella tveir fólkaskúlar í Klaksvík

Jóhann Lützen

Stig verða nú tikin til at fáa endaliga greiðu á skúlabygnaðinum í Klaksvík, áðrenn farið verður undir byggingina seinni í ár.

Stig verða nú tikin til at fáa endaliga greiðu á skúlabygnaðinum í Klaksvík, áðrenn farið verður undir byggingina seinni í ár.

Á býráðsfundi 24. mai 2011 samtykti undanfarna býráð, at skúlabygnaðurin í Klaksvík skal fevna um tveir skúlar ið samstarva, og hevur verið arbeitt víðari við víðari skúlabygging samsvarandi hesum.

Partur av hesum arbeiðið varð gjørt í undanfarna valskeiði, har ein arbeiðsbólkur gjørdi eitt uppskot til byggiskrá fyri nýggja skúlan, sum varð samtykt av býráðnum 19. juni 2012.

Býráðið sett 70 mió. av til skúlabyggingNúsitandi býráð raðfestir hetta skúlabyggimálið sera høgt, og er hetta størsta einstaka íløgan í hesari býráðssetuni. Í uppskoti til langtíðar fíggjarætlan býráðsins eru 70 mió. kr. settar av til hesa bygging.

Í løtuni verður henda skúlabygging fyrireikað av einum byggibólki, og í tí sambandi er spurningurin um ein ella tveir skúlar vorðin alt meira átrokandi.

Ivi um tulking av býráðssamtyktumUppgávan hjá byggibólkinum er at dagføra byggiskránna og gera uppskot til skitsutekningar. Eftir nakrar fundir í byggibólkinum er tó vorðið greitt, at tað í bólkinum eru ymsar fatanir av, hvussu samtykt býráðsins um víðari skúlabygging skal tulkast.

Ivamálið snýr seg um, hvørt býráðssamtyktin frá 2011 um at tað skulu verða tveir skúlar, ið samstarva, er í tráð við fyriliggjandi byggiskrá, sum býráðið hevur samtykt í 2012.

Fyri at koma víðari við málinum eri eg komin til ta niðurstøðu, at tørvur er á at fáa greiðari linjur fyri skúlabygnaðin, áðrenn fari verður víðari við byggingini av skúlanum.

Spakin settur í seinni í ár

Gongdin í málinum er nú tann, at málið verður lagt fyri avvarðandi nevndir og býráð í hesum fundarumfarinum við tilmæli um, at ein arbeiðsbólkur – mannaður við umboðum fyri báðar skúlarnar og kommununa – verður biðin at gera uppskot um, hvussu skúlarnir í Klaksvík skulu skipast bygnaðarliga.

Býráðið fer síðan at taka endaliga støðu til skúlabygnaðin. Henda mannagongd er sambært reglunum hjá Mentamálaráðnum, tá ið ein kommuna tekur avgerð um skúlabygnað.

Eftir hetta er klárt at fara undir sjálva byggitilgongdina, har spakin verður settur í jørðina seinni í ár.

Klaksvík, 12. februar

Jóhann Lützen
formaður í Trivnaðanevndini Børn & Ung