U10 steypavinnararnir hjá Team klaksvík vera heiðraðir í hálvleikinum, tá Team Klaksvík og H71 møtast í bestu deildini í kvøld.
Nær við og næstan var tað seinast, tá STÍF vitjaði Team Klaksvík. Men hóast klaksvíkingar vóru greitt á odda meginpartin av seinna hálvleiki, so stóð STÍF eftir sum vinnari, tá teir avgjørdu seinastu løtuna. Í kvøld kemur H71 á vitjan og hoyvíkingar hava brúk fyri sigrinum, tí teir hava framvegis møguleikan at koma í FM finaluna. Team Klaksvík ætlar uttan iva at arga á heimavølli aftur hesaferð.
Í hálvleikinum vera søguligu steypavinnararnir hjá Team Klaksvík U10 heiðraðir. Dysturin byrjar kl. 20.00.




