Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað endaði javnt

Danial Viðoy

Premier League: Tað endaði við einum málleysum javnleiki í millum Arsenal og Manchester United. Tað var talan um ein tannleysan dyst, har hvørgan av liðnum nakrantíð fann stevið.

Premier League: Tað endaði við einum málleysum javnleiki í millum Arsenal og Manchester United. Tað var talan um ein tannleysan dyst, har hvørgan av liðnum nakrantíð fann stevið.

Fyrri hálvleikur leikaði javnt á. At hesin hálvleikurin endaði á jøvnum var eisini á einari leið.

Tað plagar at vera buldur og brak í millum hesi lið, men tá ið ein tími var spældur, var einki gult kort givið.

Arsenal verður verandi á øðrum plássi, men nú er bert eitt stig upp til Chelsea á nummar eitt. Manchester United verður verandi á sjeynda plássi. Tað eru nú 11 stig upp til Liverpool á fjórða pláss, sum gevur atgongd til Champions League.

Liverpool greiddi nevniliga sín setning í kvøld. Liverpool vann á útivølli í seinastu løtu 2-3 á Fulham.

Tottenham greiddi sína skyldu á útivølli í móti Newcastle í kvøld. Tottenham vann heili 0-4. Tottenham hevur nú 50 stig og liggur á fimta plássi.

Harleyfacadeacryl