Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slapp ikki at eta pizza í løgtingshúsinum

John William Joensen

Kendi sjónvarpsverturin, Finnur Koba, skrivar umvegis Facebook at umsitingin í løgtinginum noktaði honum at eta eina pizza í fjølmiðlarúminum, samstundis sum løgtingslimir hugdu eftir fótbólti í tingsalinum meðan biðja var eftir álitið frá vinnunevndini um avprivatisering av Atlantic Airways

Kendi sjónvarpsverturin, Finnur Koba, skrivar umvegis Facebook at umsitingin í løgtinginum noktaði honum at eta eina pizza í fjølmiðlarúminum, samstundis sum løgtingslimir hugdu eftir fótbólti í tingsalinum meðan biðja var eftir álitið frá vinnunevndini um avprivatisering av Atlantic Airways

Her er samskiftið millum løgtingslimin, Helga Abrahamsen og Sjónvarpsvertin, Finnur Koba, eftir at Norðlýsið vísti myndir av tinglimum sum hugdu eftir fótbólti í tinginum í kvøld.

Finnur Koba tað skal eg halda við. Pressan sleppur ikki at eta pizza í Løgtingsins Pressurúmi, men politikarar sleppa at hyggja eftir fótbólti á tí allarheilagast økinum í sama húsi… munur á monnum.
38 minuttir síðani · Mær dámar · 4

Helgi Abrahamsen Eg sleppi heldur ikki at eta pizza í einum útvarpsstudio36 minuttir síðani · Mær dámar

Finnur Koba í mun til tykkum, sum vitja útvarpið í nakrar minuttir í senn, arbeiðir pressan onkuntíð fleiri tímar í løgtinginum og hevur fingið eitt pressurúm til tað sama. men at eta har. tað sleppa vit ikki orsakað av sonevndu “tygnini” í hesum heilaga húsi. opinbart er mannfólkafótbóltur meira tygnarligt.
33 minuttir síðani · Rættaði · Mær dámar · 1

Helgi Abrahamsen Og tí mugu tingmenn ikki hyggja í skermin,tá tingfundur ikki er?

– Annars eru tað ikki tingmenn sum avgera, hvussu pressurúmið verðurbrúkt.
32 minuttir síðani · Mær dámar

Finnur Koba tú ert annars vælkomin at eta pizza í útvarpinum… tað ert tú eisini í Folkatinget. Har sleppur tú at drekka sprutt eisini…
31 minuttir síðani · Mær dámar · 1

Finnur Koba mær vitandi avgera tingmenn heldur ikki alt, sum hendir í sjálvum salinum. tað ger umsitingin
30 minuttir síðani · Rættaði · Mær dámar

Helgi Abrahamsen Eg skal heldur ikki nokta tær at eta í pressurúminum. Men eg ráði ikki har
30 minuttir síðani · Mær dámar

Finnur Koba tað júst poengið. tit sleppa at hyggja eftir fótbólti, vit sleppa ikki at eta. munur á monnum…
29 minuttir síðani · Mær dámar

Helgi Abrahamsen Klæga til løgtingsskrivstovuna, Finnur26 minuttir síðani · Mær dámar

Finnur Koba politkarar hava eina heila kantinu fyri seg sjálvan. Adrastadni, eitt nu i Folkatinginum, er hon opin fyri almenninginum
24 minuttir síðani · Mær dámar

Finnur Koba eg fari ikki at kæra. fyri mína skyld mugu tit hjartans fegnir fáa frið bæði at hyggja eftir fótbólti og spæla Farmville á Facebook á okkara háttvirda tingi.
15 minuttir síðani · Rættaði · Mær dámar

Helgi Abrahamsen Tað er ikki uttan grund, at kantinan bleiv lukkað fyri tíðindafólkum.
16 minuttir síðani · Mær dámar

Finnur Koba nemliga. so hava tit eitt goymistað
16 minuttir síðani · Mær dámar

Helgi Abrahamsen Nei. Tað var ikki tí.
14 minuttir síðani · Mær dámar

SÍ MYNDARØÐ HER AV SPENTUM FÓTBÓLTSFJEPPARUM Í LØGTINGINUM