Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnuting í Torravikuni

Oliver Joensen

Einki er at taka seg aftur í enn at vit kunnu vænta eitt sera áhugavert fiskivinnuting á Torradøgunum í Klaksvík. Nógv aktuel evni eru at kjakast um, tí ímeðan pelagiska vinnan hevur gulltíð, so eru tíðirnar hjá botnfiskaskipunum ómetaliga vánaligar.

Einki er at taka seg aftur í enn at vit kunnu vænta eitt sera áhugavert fiskivinnuting á Torradøgunum í Klaksvík. Nógv aktuel evni eru at kjakast um, tí ímeðan pelagiska vinnan hevur gulltíð, so eru tíðirnar hjá botnfiskaskipunum ómetaliga vánaligar.

Teir sum eru í botnfiskaveiðuni hava mangan ført fram, at makrelurin tekur livigrundarlagið undan botnfiskasløgunum, tí hann etur føðina hjá toski og hýsu og harafturat hava botnfiskamenninir sagt, at makrelurin eisini etur yngul.

Hetta hava í hvussu so er ikki allir fiskifrøðingar vilja góðtikið og her hevur staði uppáhald ímóti uppáhaldi.

Í juni mánaða í fjør, var stór grein í norska fiskivinnublaðnum Fiskaren undir yvirskriftini ”Makrell mesker sig met tobisyngel”. Til at undirbyggja uppáhaldið vóru vístar myndir av maganum á makreli, sum var fullur av hesum yngli.

Nú fiskiskapurin eftir botnfiskasløgunum hevur verið vánaligur, bæði hjá teimum, ið brúka húk og teimum ið brúka trolið, hava nógvar gitingar og hugmyndir verið frammi um hvør orsøkin er

Ein søga úr Noregi sigur, at í 1922 var hvør fjørður í Noregi fullur av makreli, makreltorvur vóru allastaðni, og tey árini fekst ikki fiskur har á leið.

Flemish Cap er so ein onnur søga. Tað sær út til at hendan fiskileiðin nú aftur skal gerast ein góð inntøkukelda hjá føroyingum.

Nú vit aftur eru farnir tann vegin við fiskiflota okkara, elvir eisini hetta til orðastríð um rættindi, politikk, lokalpolitikk og mangt og hvat, sogar hevur útlendingapolitikkur eisini verið uppi og vent í hesum sambandi.

Seinasta skotið á stammuni er í skrivandi stund, at sjálvur fiskimálaráðharrin kunngerð, at skott ikki verður sett ímillum trol og línu á Flemish Cap.

Serliga línumenn vóru nevniliga bangnir fyri olympiskum fiskaríið á Flemish Cap, tí teir vóru bangnir fyri at tapa tað kappingina til trolararnir, sum í útgangsstøðinum fiska nógv nógv skjótari enn línubátarnir.

Fyri stuttum segði fiskimálaráðharrin at hann fór at broyta lógina soleiðis, at ikki bleiv fiska olympiskt, men, at hann fór at seta skott ímillum skipabólkarnir, so línuskipini kappaðust hvør móti øðrum á jøvnum føti, ímeðan trolararnir eisini kappaðust bert móti hvør øðrum.

Um orsøkin er politisk ella ikki, so hevur fiskimálaráðharrin í dag avgjørt, at tað verða olympiskar fiskitreytir hjá skipunum á Flemish Cap í ár.

Grundgevingin er, at embætismenn í fiskimálaráðnum óttast sakarmál frá skipunum, sum longu eru farin til fiskap eftir lógini sum var galdandi tá teir fóru avstað.

Ongin ivi um, at nógv er at tríva í á einum fiskivinnutingi í landsins størsta fiskivinnubýi á Torradøgunum 2014.

Sí skrá her