Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála og B36 vunnu

Jákup Ósá

Í miðvikuni hava fleiri venjingardystir hjá Effoliðunum verið á skránni.

Í miðvikuni hava fleiri venjingardystir hjá Effoliðunum verið á skránni.

Besta liðið hjá Skála leikti týskvøldið venjingardyst móti 1.deildarliðnum hjá EB/Streymi. Skála vann 6-1. Málskjúttar vóru Brian jacobsen 2, Holgar Djurhuus, Karstin Jusesen, Petur Pauli Mikkelsen og Jákup Johansen. Hjá Skála var nýggjur leikari við. Tað var Magnus Egilsson, sum royndarvenur á Skála eftir at hava verið í AB fyrr í ár og roynt seg. Hann er sum skilst framvegis HB leikari á pappírinum.

Skála byrjaði við hesum liðnum: Suni Ernstsson-Jákup Jacobsen-Teitur Joensen-Petur Pauli Mikkelsen-Uni Jacobsen – Poul N. Poulsen-Andras Fredriksberg-Magnus Egilson – Karstin Justessen-Hendrik á Fríðriksmørk-Holgar Djurhuus

Mikukvøldið var B36 í Sandavági og leikti móti 07Vestur. B36 kom á odda við máli frá Høgna Midjord, men Torstein Mýlingstind javnaði. Síðani skoraði Símun Joensen, sum bleiv royndur á verjukenda miðvøllinum, við brotssparki til 2-1 til B36, áðrenn Hørður Johansen javnaði fyri 07Vestur. Men Rasmus Dan Sørensen og Alex Mellemgaard tryggjaðu B36 ein 4-2 sigur.

B36 byrjaði við hesum liðnum: Trygvi Askham – Benjamin Heinesen, Hørður Askham, Bárður Mittelstein, Alex Mellemgaard – Høgni Midjord, Árni G. Nielsen, Símun Joensen, Sandri Færø – Rasmus Dan Sørensen, Tóki á Lofti

Í vikuskiftinum vera aftur nógvir venjingardystir og vit vóna at hava øll úrslitini og allar málskjúttarnar á nordlysid.fo í seinasta lagi mánadagin.