Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein av allar bestu túrunum hjá Fiskakletti

John William Joensen

Fiskaklettur landar í morgun til NFCS og skiparin Jógvan Petersen er sera væl nøgdur við túrin. Hava fiska upp undir lúkurnar einar 560 kassar harav 15 tons er havtaska sum í dag liggur um 34 kr. pr. kg. Prísurin á havtasku var nærri 40. Kr. fyrr í vikuni. Tvey tons av toski og 2,5 tons av upsa og góð 4,5 tons av longi.

Fortjenastan og harvið lagið á monnum var gott hóast veðrið allan túrin var vánaligt. Tað er bara ein mánaði síðan seinast Fiskaklettur gjørdi eins góðan túr og tá var selt fyri góðar 700.000 kr, men tá var prísurin á havtasku eitt vet betur.