At miðsavna allar almennar íløgur í stovnar í miðøkinum, ger ikki Havnina til ein metropol – men verður ikki einans ein vanlukka fyri Havnina – við hægri kostnaðarstøði – men eisini ein vanlukka fyri landið. Tí verða fólk úr Norðoyggjum og øðrum økjum noydd at flyta – er tað beinleiðis fávitskut at halda at tey seta búgv í Havn – tí størvini sum Havnin kann bjóða er lítið og einki í mun til hvat heimsins ríkasta land Norra og hini Norðurlondini megna at bjóða fólki við hægri útbúgving.
At miðsavna allar almennar íløgur í stovnar í miðøkinum, ger ikki Havnina til ein metropol – men verður ikki einans ein vanlukka fyri Havnina – við hægri kostnaðarstøði – men eisini ein vanlukka fyri landið, tí verða fólk úr Norðoyggjum og øðrum økjum noydd at flyta – er tað beinleiðis fávitskut at halda at tey seta búgv í Havn – tí størvini sum Havnin kann bjóða er lítið og einki í mun til hvat heimsins ríkasta land Norra og hini Norðurlondini megna at bjóða fólki við hægri útbúgving.
Eg fari sjálvandi ikki at ákæra borgarstjóran í Havn fyri at verða vera uttan samband við føroyska veruleikan, men tað má hava sett síni spor at hava sitið omaná einum pengakassa sum flýtur yvir ár um ár og leggja ætlanir um landsstadion, langhyl, baðiland, flogvallir, cruis-skipahavn og golfvallir – naka sum annars ikki er dagligdagur hjá øðrum borgarstjórum kring um í landinum.
Tað er kanska tíðarspilla at kjakast við ein borgarstjóra sum heldur at við einans at satsa uppá Havnina fara vit at upplivað eina stóra tilflyting til Føroyar úr okkara grannalondum. Eg kundi skilt tað um ein hevur áhuga í at grundstykkjaprísirnir í einum ávísum býi verða handlaðir sum gull.
Skal tó hesuferð viðmerkja eitt áhugavert brot úr grein hjá høgt-elskaða-og-æraða-og-einasta-ovasta-leiðara hjá havnamonnum.
“Vit hava havt grundaðan varhuga av, at kommunala eftirlitið er strangari í eftirlitinum av Havnini enn bygdunum, sum púra opið at kalla geva burtur grundstykki til at lokka borgarar til kommununa. Ofta hoyra vit frá landsstýrisfólkum, tá tey hava tørv á byggilendi í Havn til stovnar, hví Tórshavnar kommuna ikki bara kann lata landinum grundstykki ókeypis, og leggja so aftrat, at tey hava fleiri tilboð av bygd um ókeypis grundøki. Svarið vit geva er, at tað er ikki lógligt – í Havn, tó at lógin er galdandi fyri alt landið”
Hetta sitatið av grein hjá Heðini Mortensen gloppar hurðina inn í ein av fleiri áhugaverdum vinklum. At kommuna ikki hevur loyvi at selja eitt grundstykki/lendi fyri minni enn kostprís, er bert lutvíst rætt.
1) Tað er rætt, at kann ikki kann lata skattapening til einstakar BORGARAR við at selja grundstykki fyri hálvan prís ella líknandi, tí tað er at stuðla privatfólki við skattapengum.
2) Men henda lógargrein hevur einki við almannagagnlig tiltøk í einari kommunu – so sum at stovna ein skúla ella líknandi, har øll hava atgongd, sum lúka upptøkutreytirnar.
Í hesum føri brúkar Heðin eina lógargrein, sum sipart til pkt. 1 omanfyri til at nokta grundlendi til almennar stovnar, sum hann krevur at liggja í Havnar Kommunu. So her hevur Heðin misskilt okkurt.
Um tað almenna ikki leggur seg eftir at menna stovnar innan heilsuverk, skúlar o.a. kring landið verður Føroyar eitt minni áhugavert land hjá ungdómi okkara ikki minst hjá teimum sum eru farin av landinum at nema sær útbúgving. Um tey ikki hava møguleika til koma aftur til sín uppruna – so fara tey at velja betri lønt størv í útlandinum fram um at flyta til annað pláss í í Føroyum.




