Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ á Svangaskarði leygarmorgunin

Jákup Ósá

Í morgin verður aftur venjingardystur á skránni hjá Effoliðnum hjá KÍ.

Tað verður kl. 11.00 í morgin, at B68 og KÍ møtast á Svangaskarði. B68 vann seinasta vikuskiftið 2-0 móti ÍF, meðan KÍ vann 2-1 móti NSÍ. Tað skal tó ikki ov nógv leggjast í úrslitini um hesa árstíð. Undir venjing í kvøld sást, at Páll A. Klettskarð stóð uttanfyri, og hann er blivin skaddur. Fyribils spælir hann ikki við hetta vikuskiftið og tað er ivasamt, um helst verður hann heldur ikki við í landskappingini næsta vikuskiftið. Fyribils verður ikki roknað við, at landskappingar byrjanin er í vanda hjá KÍ toppskjúttanum, sum seinastu tvey kappingarárini hevur skorað 43 mál í landskappingini fyri KÍ. Sostatt skal KÍ komandi vikurnar royna heldur óvandu støðuna at spæla uttan KÍ toppskjúttan og ársins leikara seinastu tvey árini. Hjá KÍ er Álvur Christiansen tøkur aftur og verður við í morgin, meðan Henry Heinesen eisini væntast at spæla aftur um stutta tíð.