Futsal er at enda komið fyri veturin 2013/14. Í tí sambandi bjóðar KÍ øllum Futsal leikarunum til eina móttøku á KÍ Loftinum sunnudagin, tann 16. februar kl. 19.00.
KÍ hevur rættiliga gjørt vart við seg í Futsal. Gentur U14 eru føroyameistarar og Gentur U17 vunnu silvur. Á dreingjasíðuna eru øll liðini: U12, U14 og U16, umboð í finalunum leygardagin 15. februar og sunnudagin 16. februar.




