Kvinnuflogbóltur: Mjølnir hevur fyri fjórða árið á rað vunnið steypakappingina hjá kvinnum. Tað hava tær gjørt sannførandi. Tær smurdu Fleyr av 3-0.
Kvinnuflogbóltur: Mjølnir hevur fyri fjórða árið á rað vunnið steypakappingina hjá kvinnum. Tað hava tær gjørt sannførandi. Tær smurdu Fleyr av 3-0.
Tað gjørdist ongantíð talan um eina spennandi flogbóltsfinalu hjá kvinnum í dag. Mjølnir genturnar og kvinnurnar vunnu øll trý settini greitt. Tað tættasta settið var annað settið, sum Mjølnir vann 25-21.
Seinasta settið vann Mjølnir 25-14.
Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum.




