Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein mega byll konsert í kvøld

Danial Viðoy

Ungdómar í KFUM&K í Klaksvík skipa fyri eini lovsongskonsert í kvøld. Hon verður sjálvsagt í hølunum hjá KFUM&K. Millum nøvnini, sum koma at luttaka, eru Heini Lutzen, Bárður á Lakjuni og Heðin Askam, umframt fleiri onnur. Tiltakið byrjar klokkan 21.00.

Fríði Sigurðsson, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at hetta verður ein orduliga ‘byll’ konsert.

– Ja hetta verður eitt brak av eini lovsongskonsert, fortelur hann.

– Umframt allar framførslurnar, verður Guðs Orð at hoyra, møguleiki at fara til samtalu og forbøn og eisini verður kaffi og kaka at fáa, sigur Fríði Sigurðsson.

Tað er lagt upp til eitt sera hugnaligt kvøld.