Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík vann

Jákup Ósá

Mynstrið líktist tí vanliga fram til miðjan seinna hálvleik, tá Team Klaksvík setti avgerandi endaspurtin inn og vann at enda móti Neistanum.

Team Klaksvík førdi meginpartyin av fyrra hálvleiki, men sum so ofta fyrr, so vendist dysturin seinastu løtuna í fyrra hálvleiki soleiðis, at Neistin var á odda 17-15 í hálvleikinum og førdi 25-21 einu løtuna. Neistin helt leiðsluna fram til miðjan seinna hálvleik. Tá kom Team Klaksvík afturíaftur. Seinastu løtuna førdi Team Klaksvík fyri tað mesta, men Neistin kom eisini á javnt nakrar ferðir. Seinastu løtuna hildu leikararnir á heimaliðnum høvdið kalt og vunnu 32-30. Sostatt vann Team Klaksvík sín 3. sigur móti Neistanum hetta kappingarárið, har tann eini kom í steypakappingini. Team Klaksvík hevur nú 6 stig í landskappingini.

Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Sámal á T. Olsen 9, Dusko Petrusic 8, Otto Jacobsen 5, Andrias Ellingsgaard 4, Jens Pauli Mohr 4, Niclas Niclasen 1 og Vilhelm Vilhelmsen 1.

Toppskjúttar hjá Neistanum: Jugoslav Djumic 7, Teitur Magnussen 6, Blagoje Buha 6.

Harleyfacadeacryl