Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svaraði bert brævi frá minniluta í málráðnum

John William Joensen

Formaðurin í Tjóðveldi sigur at í samband við løgtingsmál um stavrað hevur hann ikki sent løgtingslimum bræv. Hinvegin hava trý fólk í Málráðnum sent øllum løgtingslimum bræv, og eg havi bert svarað og spurt, um tey mæla til at Løgtingið skal avgera spurningar um stavrað ella aðrar málfrøðiligar spurningar, og um Málráðið eigur at takast av ella fáa broytt tær skyldur og heimildir, sum Løgtingið samtykti í 2012.

Formaðurin í Tjóðveldi sigur at í samband við løgtingsmál um stavrað hevur hann ikki sent løgtingslimum bræv. Hinvegin hava trý fólk í Málráðnum sent øllum løgtingslimum bræv, og eg havi bert svarað og spurt, um tey mæla til at Løgtingið skal avgera spurningar um stavrað ella aðrar málfrøðiligar spurningar, og um Málráðið eigur at takast av ella fáa broytt tær skyldur og heimildir, sum Løgtingið samtykti í 2012.

Hartil havi eg spurt, um tey kunnu vísa mær til tey londini í heiminum, sum lóggeva um slíkar spurningar, soleiðis sum ein limur hevur sagt í Degi og Viku. Eftirsum allir løgtingslimir vóru á postlistanum, so hava teir eisini fingið alt samskiftið. Mítt seinasta svar er hetta niðanfyri, sum tit eru vælkomin at endurgeva.

Eg haldi tað annars vera syndarligt at gera partapolitiskt stríð burturúr málfrøðiligum spurningum. Og vit kunnu sláa fast, at enn er onki dømi funnið um, at onnur lond hava gjørt lógir um tað.

—-

Til kunningar er her svar frá undirritaða til svarskriv frá limm í Málráðnum. 

Vinarliga Høgni H.
— 

Góðu tit trý. Takk fyri svarið. 

Eg virði sjálvsagt tykkara sjónarmið, hóast eg als ikki eri samdur um, at eitt stavrað ella aðrir prinsippiellir málfrøðiligir spurningar skulu gerast av á løgtingi. Vil bert gera vart við tvey faktuell viðurskifti, sum eg haldi eiga at sláast fast, so tey ikki grugga orðaskiftið óneyðugt: 

1. Málráðið er ikki ”komið við einum tilmæli um stavrað, sum gongur beint ímóti løgtingsins vilja”. Ei heldur hevur Løgtingið “greitt givið sína meining til kennar um hvørjir bókstavir skulu við í okkara stavrað.” Veit ikki, hví slíkt uppáhald hevur verið endurtikið fleiri ferðir í almenna orðaskiftinum. Helst er hendan misskiljing bygd á ta viðgerð, sum eitt uppskot til samtyktar fekk í Løgtinginum í 2009. Tað uppskotið snúði seg um, at Løgtingið skuldi samtykkja at heita á landsstýrið um at seta tað sonevnda “klassiska, latínska alfabetið í gildi í Føroyum”. Hetta vann als ikki frama í Løgtinginum. Ístaðin samtykti Løgtingið, at hesir spurningar skulu leggjast til tað Málráðið, sum álitið “Málmørk” hevði skotið upp at skipa. Í Mentanarnevnd Løgtingsins varð tó skrivað eitt álit, har sagt varð, at nevndarlimirnir hildu, at stavraðið skuldi innihalda ávísar stavir. Hetta álitið og hesar viðmerkingar eru tó ikki á nakran hátt samtyktar av Løgtinginum. Tær vórðu settar fram av teimum, sum ynsktu at upprunauppskotið skuldi verða samtykt ella sett í verk, so ella so. Men Løgtingið samtykkir ikki viðmerkingar frá Mentanarnevndini til eitt uppskot til samtyktar. Um so var, so hevði broytingaruppskotið als ikki verðið samtykt – og um so var, at Løgtingið skuldi sigast at hava samtykt sín vilja í viðmerkingum frá nevndarlimum til álit um uppskot til samtyktar, so hevði mangt millum himmal og jørð verið samtykt millum ár og dag. Løgtingið samtykkir bert uppskotstekstin. Í orðaskiftinum um ta broyting, ið eitt samt Løgting altso samtykti, varð stórur dentur lagdur á júst tað, at viðmerkingarnar frá limum í mentanarnevndini vóru ikki samtyktar. Men beint øvut, so var niðurstøðan, at Løgtingið skuldi ikki leggja seg út í hetta. Sjálvur var eg løgtingslimur tá, og umboðaði støðuna hjá flokki mínum (Vit høvdu 8 tinglimir). Og vit hava als ikki samtykt nakað tílíkt. Tískil fari eg staðiliga at heita á tykkum og onnur, um ikki at leggja mær ella øðrum løgtingslimum slíkar hugsanir og avgjørdar meiningar í munnin. 

Hava tit áhuga, kunnu tit lurta eftir orðaskiftinum og lesa alt tað skrivliga tilfarið í tí málinum á hesi leinkju:http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=1537

2. Viðvíkjandi “politiska myndugleikanum og løggilding”. Í lógini um Málráðið er landsstýrismaðurin í mentamálum settur inn sum tann politiski myndugleikin, ið skal løggilda prinsippiellar avgerðir. Tað er júst sum í okkara grannalondum – t.d. í Danmark, sum Randi Meitil var so vinarlig at senda mær eina tilvísing til. Har (í DK) er tað Mentamálaráðharrin í samráð við undirvísingarmálaráðharran, sum góðkennir/løggildar eftir tilmæli frá Dansk Sprognævn. Í Føroyum er hetta málsøkið undir sama ráði og sama landsstýrismanni, so talan er um somu skipan. Tað er ein sera stórur prinsippiellur munur á, hvørt tað er lóggevandi valdið ella útinnandi valdið við fakministeriellari kompetencu, ið viðger slíkar spurningar. Tað er sum dagur og nátt. So at brúka heitið “politiski myndugleikin” haldi eg vera sera skeivt at brúka sum felagsheiti í hesum sambandi. Eg havi kannað skipanirnar so væl, sum eg fái í løtuni, í øðrum londum. Og eg havi ikki funnið nakað dømi um, at eitt parlament lóggevur um eitt stavrað ella aðrar prinsippiellar spurningar. Men eg frætti fegin um dømi, har tað verður gjørt, tí eg vildi fegin kanna, hvussu tá verður farið fram. Vónandi kunnu vit í hvussu er verða samd um hesi bæði faktuellu viðurskiftini, so vit kunnu brúka orku at grundgeva við argumentum. Og fyri meg er hetta bert ein spurningur um, hvørt tað er Løgtingið ella eitt málráð við góðkenning frá einum fakministara, sum taka avgerðir í slíkum spurningum. Bestu kvøður Høgni Hoydal