Levi Heinesen endurnýtir knívarnar frá Baader flakamaskinunum, soleiðis at teir aftur koma til nýtslu, men á heilt øðrum stað.
Levi Heinesen endurnýtir knívarnar frá Baader flakamaskinunum, soleiðis at teir aftur koma til nýtslu, men á heilt øðrum stað.
Vit stukku inn á gólvið hjá Leivi Heinesen á Bakkanum. Vit høvdu fingið frænir av øðrvísi framleiðslu har á Stongunum og fregnaðust um tað sum fyrifórðst
Fryntligur og prátingar-samur sum altíð, tók Levi ímóti okkum og sum ikki eina ferð, bjóðaði kona hansara inn til kaffi, men tað vóru ikki stundir til hesaferð.
Eg bar upp ørindi míni, og vit báðir fóru beina leið í kjallaran, har Levi Heinesen hevur sín verkstað. Tað er ímillum annað mangt, sum hevur sæð dagar her, eisini her Levi fekk hugskotið um nýggja róðuri, sum hevur verið roynt undir Polarstjørnuni í fleiri ár, men tað er ein onnur søga, sum vit fara at taka upp um stutta tíð.
Og Levi sigur frá: Fyri tíð síðani vóru teir hjá Oilwind vesturi í Vágunum her á Stongunum har sum egningarskúrarnir eru, við eini agnskerimaskinu. Tað gekst ikki heilt eftir ætlan at fáa knívarnar at skera sum menn vildu, og tí bóðu teir so meg um at royna at brýna nakrar knívar.
Trupulleikin var, at agnið, makrelur, høgguslokkur og annað, skuldi skerast ímeðan tað var fryst, soleiðis at til bar at koyra agnið inn aftur í frystaríið til seinni nýtslu uttan at tað frystið saman.
Til knívar verða útslitnir knívar frá Baader flakamaskinunum brúktir, tá diameturin á knívunum í flakamaskinunum er vorðin og lítil, kann knívurin ikki brúkast meira.
Vit kunnu væl brýna hesar knívarnar uppaftur til agnskerimaskinurnar hjá Oilwind. Tað vísti seg tó, at um knívarnir blivu brýndir rundir, sum í flakamaskinunum, so skóru teir ikki agnið nóg væl. Eg fann tí útav at brýna teir 12 kantaðar ístaðin, og hetta hevur síðani rigga avbera væl, sigur Levi Heinesen at enda.
Jákup S. Joensen, stjóri á Oilwind sigur í hesum sambandi, at Levi Heinesen man hava brýnt knívar til út ímóti 100 agnskerimaskinum.
Hesar maskinurnar eru farnar víða, vit hava selt til Grønlands, Noreg, Miðjarahavið Kamsjaðka, Miðamerika og Golfin.
Tað hevur nevniliga víst seg hesi seinnu árini, sigur Jákup S. Joensen, at alt fleiri og fleiri lond hugsa meira og meira um burðardygga veiðu og sumstaðni eru trol og gørn fulkomuliga bannað. Alt fleiri og fleiri royna seg nú við línuveiðu og hetta hevur skapt ein størri eftirspurning eftir eitt nú agnskerimaskinum seinastu tíðina.
Vit hava sagt Levi Heinesen, at vit hava nakrar fuglar á takinum, eitt nú okkurt til Afrika og at hann kann hyggja seg um og vera klárur um hetta bívir til nakað. Vit brúka eini 17 slíkar knívar til eina agnskerimaskinu, so um so er at hetta seinasta verður til nakað, so verður Levi noyddur at sleppa pensionistatilveruni, leggur Jákup S. Joensen, stjóri á Oilwind skemtandi afturat.
Oliver




