Tað gongur eftir ætlan við fremjanini av samtyktu spillivatnsætlanini í Klaksvíkar kommunu, og hava privatir arbeiðstakarar og vegadeild kommununnar framt arbeiðið fyri uml. 8,5 mió. kr. um árið, sum Býráðið setir av til endamálið tey komandi árini til og við ár 2020.
Tað gongur eftir ætlan við fremjanini av samtyktu spillivatnsætlanini í Klaksvíkar kommunu, og hava privatir arbeiðstakarar og vegadeild kommununnar framt arbeiðið fyri uml. 8,5 mió. kr. um árið, sum Býráðið setir av til endamálið tey komandi árini til og við ár 2020.
Klaksvíkar kommuna hevur brúkt góðar 20 mió. kr. til nýggjar kloakkir, síðani farið varð undir arbeiðið at dagføra og nýtímansgera regnvatns- og spillivatnsleiðingarnir. Arbeiðið byrjaði á heysti í 2011.
Í 2011 varð arbeitt í Bøgøtu og Undir Hæddini. Í 2012 varð arbeitt á Stangavegnum, Uppsalagøtu, Karlsvegi, Vágsheygagøtu, Fossagøtu, Bøgøtu, Mýrivegi, Gerðavegi, Nýggjavegi og Rygsvegi. Í 2013 varð arbeitt í Uppsalagøtu, Rættargøtu, Nólsoyar Pálsgøtu, Víkavegi, Gróthúsbrekku, Stoksoyrarvegi og við Kommunubrekkuna.
Í 2014 er túrurin komin til Bøgøtu norður, part av Gerðagøtu, Vágstún, Kirkjubrekku, Vágsgeil, á Brekku, Selheygsgøtu, í Garðinum, partur av Garðavegi, Víkaveg, Hamasrsniðið, Ánir, partur av Klaksvíksvegi og Hvíthúsbrekku.
Verkætlanir verða býttar upp í hóskandi øki, og tí verður kloakkarbeiðið framt í pørtum av summum vegateinum, og kann arbeiðið tí ikki gerast liðugt í einari samanhangandi arbeiðsgongd. Tað hevur eisini víst seg, at trupult er at meta um, hvussu nógv og hvar arbeiði kann verða framt í einum ári, og hevur kommunan tí gjørt neyðugar umraðfestingar. Kommunan kann tó staðfesta, at arbeiðið at fremja spillivantsætlanina gongur væl, og ætlanin verður fylgd, tá uppgjørt verður í kostnaði og í løgdum metrum av rørum um árið, upplýsir Kristian Eli Zachariasen, sum er formaður fyri Umhvørvis- og Býarskipanarnevndina.
Fleiri hús í kommununi eru íbundin reinsiverk. Talan er um økir, sum eru gjørd byggibúgvin eftir 1975. Í eldri økjum eru eini 150 hús íbundin av nýggjum, rottangar eru burturbeindir, og kloakkin fer í reinsiverk. Tá arbeiðið í 2014 er liðugt, eru sløk 300 eldri sethús íbundin av nýggjum. Hetta merkir, at spillivatn og regnvatn er skilt sundur, og regnvatnið verður leitt í áir, og spillivatnið í reinsiverk. Áirnar í økinum, har kommunan er liðug, gerast reinar og fríar fyri spillivatn.
Eftir eru eini 600 hús í eldra partinum av býnum, sum skulu bindast í kommunala spilli- og regnvatnskervið av nýggjum. Harafturat eru 3 økir í Klaksvík, har einstreingjað skipan er løgd. Talan er um Geilina, part av Garðavegi, Jørundsgøtu og Nólsoyar Pálsgøtu, og tað 3. øki er Stoksoyravegur, Túgvuvegur og Bumshamarsvegur. Hetta eru økir, har spillivatn og regnvatn er blandað saman, tilsamans eini 280 hús, har alt fer í reinsiverk, men ætlanin er eisini at fáa skilt spillivatn og regnvatn sundur í nevndu økjum. Í samband við arbeiðið verður eisini dentur lagdur á at samansjóva onnur neyðug arbeiði við spillivatnsarbeiðið, soleiðis at vit ikki koma at grava alt økið upp aftur seinni.
Eftir umstøðunum hava arbeiðini gingið væl, hóast onkrir smáir trupulleikar hava verið, og er tað mín fatan, at íbúgvar eru glaðir fyri, at hetta arbeiðið verður framt. Hóast tað enn er langt á mál, so kunnu vit fegnast um, at framstig nú verða gjørd til frama fyri umhvørvið og náttúruna her í kommununi, sigur Kristian Eli Zachariasen, ið vegna Klaksvíkar Býráð umsitur hetta málsøkið.




