KÍ møtir ÍF, meðan HB og B36 møtast í ársins Klaksvíkskapping.
Komandi vikuskiftið verður árliga Klaksvíkskappingin. Seinnapartin var lutakast á Rás 2 og tað endaði við, at KÍ møtir ÍF, meðan havnafeløgini HB og B36 bresta saman.
Leygardagin 22. februar:
Kl. 13.00: B36-HB
Kl. 15.30: ÍF-KÍ
Sunnudagin 23. februar:
Kl. 13.00: Dystur um 3. pláss
Kl. 15.30: Finalan




