Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bayern streyk avstað við sigrinum

Danial Viðoy

Champions League: Tað var aftur í ár Bayern Munchen, ið stóð sum vinnarin ímóti Arsenal í fyrru áttandapartsfinaluni. Endaliga støðan gjørdist 0-2 til útiliðið. Tvey brotsspørk í part og reyttkort til Arsenal í fyrra hálvleiki, men málini komu ikki fyrrenn í seinna hálvleiki.

Champions League: Tað var aftur í ár Bayern Munchen, ið stóð sum vinnarin ímóti Arsenal í fyrru áttandapartsfinaluni. Endaliga støðan gjørdist 0-2 til útiliðið. Tvey brotsspørk í part og reyttkort til Arsenal í fyrra hálvleiki, men málini komu ikki fyrrenn í seinna hálvleiki.

Tað gjørdist talan um ein dramatiskan fyrra hálvleik, hóast hann endaði 0-0. Tvey brotsspørk í part og reytt kort til málmannin hjá Arsenal, sum eisini var upp á sítt pláss.

Fyrri hálvleikur

Arsenal legði annars út sum eitt óløgi. Í áttanda minutti fekk og brendi Øzil brotsspark. Stutt eftir tóku týsku gestirnir yvir, og trýstu Arsenal langt aftur á vøllin. Arsenal fekk tó einkultar kontramøguleikar, sum meir skuldi spurt burturúr.

Í 38’ minutti lyfti Kroos hegnisliga bóltin inn um verjuna hjá Arsenal. Arjen Robben fær prikað bóltin framvið Wojciech Szcz¨TM)sny, men málmaðurin er óheppin og fellur Robben. Brotsspark og reytt til Szcz¨TM)sny. – Alaba varð settur at skjóta, men stongin bjargaði Arsenal.

Seinni hálvleikur

Í øðrum hálvleiki hevði Arsenal ikki nógv at gera við tíggju monnum. Bayern stýrdi restina av dystinum. – Tað kann til stuttleikar viðmerkjast, at 60.001 áskoðarar vóru til dystin í kvøld. Í seinna hálvleiki var málmaðurin hjá Bayern, Emanuel Neuer millum áskoðararnar, kunnu vit siga.

Í 54’ minutti bragdaði hjá Bayern. Teir broderað verjuna hjá Arsenal eitt sindur og endin er at bólturin kemur út til Toni Kroos, sum hamrar bóltin upp í nærmasta horn; dygst uttan fyri sekstanmeturin. 0-1.

Týskarnir høvdu tó trupult at evna til teir heilt stóru kjansirnar ímóti einum Arsenal-liðið, sum veruliga arbeiddi fyri sakini. Men í 88’ minutti kom bólturin inn fyri til Thomas Müller, sum heldur ótarnaður slapp at skalla bóltin í málið til endaligu støðuna 0-2.

Áttandapartsfinalur í kvøld 19. februar:

Arsenal-Bayern M. (0-0) 0-2

Milan-Atletico Madrid (0-0) 0-1

83’: Diego Costa

LES EISINI: Arsenal størstu avbjóðingina

                 City og Barcelona bresta saman

                 Barcelona sum tjóvur á nátt