Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mist alt álit á borgarstjóranum, Jógvan Skorheim

John William Joensen

Byggibólkurin, sum undanfarna býráð setti, hevur undir leiðslu av Jógvan Skorheim arbeitt beint ímóti býráðssamtykt og arbeiðssetningi, sum fevnir um at varðveita verandi skúlabygna. Hetta hevur alt gingið fyri seg mest sum í loyndum og nú ætlanin hjá bygginevndini fyriliggur er tala um einki minni enn eina gølu, tí nýggi skúlin megnar ikki at húsa verandi tali á næmingum, sigur Eyðstein Poulsen, býráðslimur, sum er skelkaður av tí sum er farið fram í bygginevndini.

Byggibólkurin sum undanfarna býráð setti hevur undir leiðslu av Jógvan Skorheim arbeitt beint ímóti býráðssamtykt og arbeiðssetningi sum fevnir um at varðveita verandi skúlabygna. Hetta hevur alt gingið fyri seg mest sum í loyndum og nú ætlanin hjá bygginevndini fyriliggur er tala um einki minni enn eina gølu, tí nýggi skúlin megnar ikki at húsa verandi tali á næmingum, sigur Eyðstein Poulsen, býráðslimur, sum er skelkaður av tí sum er farið fram í bygginevndini.

Í dag eru 324 næmingar í 7. – 10. flokki í báðum skúlunum og sambært tilmælinum hjá bygginevndini, har borgarstjórin var formaður og sum longu í juni 2012 varð liðug at skriva tilmælið, verður bert pláss fyri 280 næmingum. Tá gongur byggibólkurin út frá at skúlarnir verða samanlagdir og hevur nevndin sostatt frá fyrsta degi arbeitt beinleiðis ímóti býráðssamtykt og arbeiðssetningi hjá bólkinum.

Í dag er Jóhan Lutzen, formaður í byggibólkinum, men so at siga alt arbeiði er gjørt meðan Jógvan Skorheim var formaður og tað er fullkomiliga vitleyst sum hevur gingið fyri seg.

M.a. kostaði Skúlin við Ósánna umleið 64 mió. kr. og tá fingu vit 18 fokshølir. Nýggi skúlin kemur at kosta næstan 70 mió. kr. og tá fæst einans 9 flokshølir og út frá verandi næmingatali verða umleið 28-29 næmingar pr. skúlastovu í ætlaða samanlagda skúlanum.

Tí má staðfestast, at onnur hølir uttanfyri ætlaðu byggingina verða inndrigin fyri at nøkta tørvin.

Framrokningar vísa at talið á næmingum fer ikki at minka og samanumtikið er ætlaða byggingin ein gøla, sum ger at neyðugt verður at byrja av nýggjum – líkamikið um ætlanin er at leggja skúlarnar saman ella ikki.

Harafturat er eingin ivi um, at borgarstjórin sum formaður í byggibólkinum hevur forbrotið seg móti fólkaskúlalógini har Jógvan Skorheim sum fyrrverandi formaður í bæði bygginevnd og mentunarnevnd hevur arbeitt uttanum skúlastýrið við konkretum bygnaðar og byggiætlanum. Alt hetta er gjørt uttan lógarásettar heimildir.

Tí fara vit í minnilutanum at kanna møguleikarnar fyri at kæra borgarstjóran til kommunala eftirliti.

Sum støðan er nú er talan um tvey mál. Eitt er ódámligi leiklutur borgarstjórans í byggimálinum og annað er, hvussu vit aftur fáa rætta kósina og skipað framtíðar skúlan í Klaksvík soleiðis at øll kunnu kenna seg trygg við tilgongdina, sigur Eyðstein Poulsen, býráðslimur.