Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NIRVANA-UNPLUGGED 5.APRÍL

Tíðindaskriv

20.februar 2014 er 47 ár síðani Kurt Cobain, stovnarin av amerikanska grunge-bólkinum Nirvana, var føddur. Kurt Cobain hevði stóran týdning fyri ”grunge-ættarliði” og tónleikin í 90’unum sum heild.

20.februar 2014 er 47 ár síðani Kurt Cobain, stovnarin av amerikanska grunge-bólkinum Nirvana, var føddur. Kurt Cobain hevði stóran týdning fyri ”grunge-ættarliði” og tónleikin í 90’unum sum heild.

Í hesum sambandi hevur ungur Nirvana fjeppari úr Klaksvík tikið stig til eina konsert í Spaniastovu, har nakrir av fremstu tónleikarunum í Føroyum spæla kendastu løg teirra frá 90’unum.

Tónleikararnir, sum framføra, eru:

Marius Ziska, Allan Tausen, Hans Andrias Jacobsen, Lindi Gardar, Jens Pauli Joensen, Jóannes Viðbjørg og Símun Heimistovu.

Andras Sólstein hugleiðir um Nirvana og Kurt Cobain.

NIRVANA-UNPLUGGED verður 5.apríl. Henda dagin í 1994 doyði Kurt Cobain bert 27 ára gamal.

“Come as you are”

Við undirheitinum “Come as you are”, sum er eitt av best umtóktu løgunum hjá Nirvana, vilja fyrireikarnir bjóða tær til fyrstu føroysku útgávuna av NIRVANA-UNPLUGGED.

Fyrireikarnir leggja afturat, at meira verður at frætta um konsertina seinri.