Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samtykti at seta eina bygnaðarnevnd

John William Joensen

Orðaskifti var tíðum harðligt tá býráði á fundi í gjárkvøldi samtykti at seta ein bygnaðarbólk, eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum, at viðgera skúlabygnaðin í Klaksvík. Býráðið raðfestir skúlabyggingina sera frammalaga hóast ósemja er um málið skiltist á fundinum.

Orðaskifti var tíðum harðligt tá býráði á fundi í gjárkvøldi samtykti at seta ein bygnaðarbólk, eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum, at viðgera skúlabygnaðin í Klaksvík. Býráðið raðfestir skúlabyggingina sera frammalaga hóast ósemja er um málið skiltist á fundinum.

Eyðstein Poulsen, sigur at um setti bygnaðarbólkurin skal gera sítt arbeiði til fulnar so er vandi fyri at tað kemur at ávirka skúlabyggingina.

– Eftir at tað kom fram at byggibólkurin hevði arbeitt móti býráðssamtykt og brotið fólkaskúla lógina ráðførdi býráði seg við Mentamálaráðið um hvussu komast kundi víðari. Ráði mælti til at seta ein bygnaðarbólk at viðgera skúlabygnaðin av nýggjum og tí verður nú byrjað av nýggjum at viðgera bygnaðin. Tað sum nú hevur týdning er at býráðslimir nú standa saman um arbeiði hjá byggibólkinum soleiðis at hetta ikki kemur at ávirka byggingina av nýggja skúlanum. Men tað er púra greitt at eitt tað fyrsta bygnaðarnevndin skal finna fram til er hvussu nógvar næmingar byggjast skal til, tí fyriliggjandi byggiætlan er als ikki nøktandi.

– Eg havi ikki slept hóttanunum at kæra borgarstjóran til kommunala eftirlitið, men sum støðan er í løtuni kann hetta seinka arbeiðinum at fáa ein nýggjan skúla bygdan og tí taki eg undir við borgarstjóranum, tá hann á fundinum heitti á býráði um at standa saman í hesum málinum. Men tað sum hevur gingið fyri seg higartil í byggibólkinum verður ikki góðtikið, sigur Eyðstein Poulsen.

Vit fáa eina viðmerking frá borgarstjóranum seinri í dag.