Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar: FØROYAR 1911

Hannefíða Joensen

Í kvøld kl 13-20 er myndaframsýningin hjá Per á Hædd “Føroyar 1911” í Spaniastovu. Talan er um myndir úr Norðoyggjum, Eysturoynni og fyri ein part úr Streymoynni.

Fríggjadagin 21. febr. kl 13-20 er myndaframsýningin hjá Per á Hædd “Føroyar 1911” í Spaniastovu. Talan er um myndir úr Norðoyggjum, Eysturoynni og fyri ein part úr Streymoynni.


BAKGRUND

Fotografurin, Anders Peter Hansen var í Føroyum í 1911 og tók myndir runt um í Føroyum

Hesar forvitnisligur myndirnar, keypti Per á Hædd – ein kassi við 140 glasplátum frá einum donskum starvsbróðuri í 1977.

Per á Hædd læt upprunaligu glaspláturnar til Norðoya Fornminnasavni í varðveitslu í fjør. Í tí sambandi varð ein myndaframsýning sett upp í Spaniastovu og eru tað hesar forvitnisligu myndir, sum verða sýndar fram á Torrdøgunum – fríggjadagin 21. februar.

– Talan er um myndir úr Norðoyggjum, Eysturoynni og nakað úr Streymoynni.

Nógvar av myndinum eru eyðmerktar og staðsettar.

Har eru hvalastøðir, bátsmanningar, bygdir, neytakonur, fiskaarbeiði, og sum heild er talan um stemningsfullar fotomyndir, har tú sært torvroykin úr skorsteinunum, greiðir Per frá, hesum stóra og forkunnuga myndasavni sínum, ið fevnir um sera góðar myndir, har dygdin er á høgum stigi.


FRÍMERKI OG BØKUR

Myndirnar eru millum ár og dag eisini brúktar til frímerki, bókaútgávur og annað, og tær eru allar skannaðar inn í bestu dygd, so tað í dag ber til at skriva út dygdargóðar og stórar myndir.

Per á Hædd hevur valt einar 35 av teimum 140 myndum út, sum hann hevur gjørt í stórari stødd, men eisini eru smærri eintøk av myndunum at síggja.

Fríggjadagin í Torravikuni fáa fólk høvið at síggja myndirnar fyri seinastu fer á hesum sinni í Spaniastovu kl. 13.00 – 20.00

Sí Torraskránna her >>