Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar: Mentan og samleiki í Víkingatíð

Hannefíða Joensen

– fyrilestur við Steffen Stummann Hansen í Skúlanum við Ósánna í kvøld kl. 17.00

– fyrilestur við Steffen Stummann Hansen í Skúlanum við Ósánna 21. feb. kl. 17.00


Hóast Føroyar í víkingatíð (uml. 800-1050) lógu í útjaðaranum av tí tá kenda heiminum kring evropiska meginlandið, vóru oyggjarnar ikki so avbyrgdar, sum vit hava lyndi til at halda.

Í eldri víkingatíð vóru íbúgvarnir í Føroyum partur av einum umfatandi samskiftisneti, har tíðindi, hugmyndir og mentanarrembingar ferðaðust millum lond skjótari enn nakrantíð áður. Heimurin gjørdist minni, og sjónarringurin hjá menniskjunum størri.

Tað er hetta, sum fyrilesturin hjá Steffen Stummann Hansen, fornfrøðingi, snýr seg um.

Við støði í víkingaútgrevstrum, sum táverandi landsantikvarur, Sverri Dahl, stóð fyri í eitt nú Kvívík, Fuglafirði og Tjørnuvík – og útgrevstrum, sum Stummann Hansen sjálvur hevur staðið fyri, fer fornfrøðingurin at lýsa mentanina og samleikan, sum myndaði tilveruna hjá føroyingum í víkingatíð.

Greitt verður eisini frá søguliga veruleikanum í Evropa um tað mundið. Um Karolingiska ríkið í vestara parti av Mið- og Suðurevropa, um Rómverjakirkjuna, sum røkk upp til Onglands og Norðurlond og so um keltisku mentanina, serliga í Írlandi, har kirkjan ikki í nakran serligan mun var ávirkað av rembingunum á evropeiska meginlandinum, og tí varðvei-tti sína siðbundnu mentan og skipan við kleystrum, har kristin søktu einsemi á oydnum og fjarskotnum plássum fyri at dyrka Guð.

Fyrilesturin við Steffen Stummann Hansen fornfrøðingi, verður í Skúlanum við Ósánna 21. februar kl. 17.00.

Tiltakið er alment og ókeypis.


—————-

STEFFEN STUMMANN HANSEN

Steffen Stummann Hansen er føddur í Keypmannahavn í 1955 og varð mag. art. í forsøguligari fornfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í 1982. 
Hann hevur tey seinastu 32 árini staðið fyri fornfrøðiligum verkætlanum um víkingatíð og miðøld í øllum norðurdatlantsøkinum. Hann hevur skrivað einar tíggju bøkur og fleiri enn hálvtannaðhundrað vísindaligar og populervísindaligar greinar. Síðan 2003 hevur hann verið búsitandi í Leirvík.

—————-

Sí Torraskránna her >>

Harleyfacadeacryl