Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Piotr á gamlar gøtur

Jákup Ósá

Piotr Krakowski hevur fingið nýtt venjarastarv til hetta kappingarárið.

Piotr Krakowski hevur fingið nýtt venjarastarv til hetta kappingarárið.

Piotr var seinasta ár venjari hjá 07Vestur í Effodeildini. Men nú hevur hann fingið nýtt starv. Tí tað verður í sínum væl kenda felagið á Sandi, at Piotr verður at síggja í ár. Piotr er nevniliga venjari hjá besta liðnum hjá B71, sum í 2014 spælir í 2.deild.

Sambært B71 formanninum Oddmar Selfoss, so skal B71 uppaftur í 1.deild skjótast gjørligt.

-Vit skulu helst upp aftur í næstbestu deildina beinanvegin. Felagið ætlar fyrst og fremst at dúva upp á egið leikaratilfar, segði B71 formaðurin Oddmar Selfoss við Sandoyarportalin áðrenn jól.



Piotr kom av fyrstan tíð til B71, tá hann kom til Føroyar og hann hevur eisini í fleiri umførum verið venjari hjá B71 áður.